Fótbóltur

Leikarabussur álopin áðrenn Copa Libertadores-finalu

Fjepparar hjá River Plate lupu á leikarabussin hjá Boca Juniors, og tí var dysturin útsettur ein tíma.

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-11-24 21:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Finalan í Copa Libertadores millum Buenos Aires-feløgini River Plate og Boca Juniors  varð útsett ein tíma.

Orsøkin er, at fjepparar hjá River Plate lupu á leikarabussin hjá Boca Juniors áðrenn dystin.

Fleiri rútar vórðu knústir, og leikarnir vórðu álopnir við einum slagi av gassi. Sambært DR hevur hetta elvt til, at fleiri leikarar eru vorðnir sjúkir, og sostatt ynskir Boca Juniors, at dysturin verður fluttur til annan dag.

Hetta er fyrstu ferð tey bæði feløgini hittast í Copa Libertadores-finaluni, sum verður spæld yvir tveir dystir.

Tað er ein djúpur hatur millum feløgini úr Buenos Aires, og mett verður, at kappingarstríðið teirra millum er heimsins mest hatursfulla kappingarstríð.

Vegna ófriði er tað nú bert loyvt fjepparum hjá heimaliðnum at fáa atgongd til dystirnar.

Fyrsta finalan varð leikt á heimavøllinum hjá Boca Juniors tann 11. november og endaði 2-2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder