30-ára gamli verjuleikarin, sum meginpartin av fótbóltslívinum hevur leikt við Víkingi, hevði annars verið trý tey seinastu árini í HB, tá hann flutti vestur til 07 Vestur áðrenn seinasta kappingár, og bleiv ein týðningarmikil leikari í miðverjuni og á vinstra bakki.
Dánial Pauli varð umráðandi tilgongd í fjør, og kann roknast við at vera ein stuðulsleikari aftur í ár. Hann varð av mest leikandi spælarunum hjá 07 Vestur í fjør, og spældi 21 dystir íroknað steypakappingina, og byrjaði inni í øllum uttan einum.
07 Vestur spældi venjingardyst leygardagin móti ÍF í Sørvági, og vann 4-1. Í øllum førum tveir venjingardystir verða afturat áðrenn kappingin byrjar. Fyrsta umfar verður móti júst barndómsfelagnum hjá Dánial Paula, Víkingi, leygardagin 5. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald