2019-06-05 11:28
Fyrrverandi forsetin í UEFA, Lennart Johanssen, andaðist í gjár 89 ára gamal. Svenskarin er best kendur fyri sína tíð sum forseti í evropeisku fótbóltssamgonguni UEFA, har hann sat í 17 ár frá 1990 til 2007. Eingin hevur nakrantíð sitið líka leingi sum forseti sum Lennart Johansson.
Svenska fótbóltssambandið skrivar, at Lennart andaðist stillisliga í heiminum í gjár. Hann hevði verið sjúkur í stutta tíð.
Lennart sat sum forseti í UEFA inntil hann tapti valið móti Michel Platini. Hann var eisini varaforseti í FIFA, og í 1998 valdi hann at stilla upp til forsetavalið har, men hann tapti móti Sepp Blatter. Bæði Platini og Blatter løgdu frá sær sum forsetar orsaka av mutursgølum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald