placeholder
Annað

Leygardagin verður runnið niðan á Sornfelli

Bragdið bjóðar til Top Run 2018.

Mynd: FaroePhoto.com

Mynd: FaroePhoto.com

2018-09-03 11:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár vilja vit bjóða øllum renniáhugaðum til eina góða og øðrvísi avbjóðing.

Leygardagin 8.september verður kappingin, Bragdið Top Run 2018. Byrjað verður, sum vit plaga, í Kollafjarðardali og runnið verður niðan á Sornfelli.

Rennirutan er av nógvum hildin at verða ein av teimum harðastu, tí sum fyriskipararnir plagdu at siga, at talan er bert um tað einu brekkuna, sum er nakað long, 9,8 km.

Karmarnir eru teir somu, sum undanfarin ár. Startnummur verða útflýggjað á Effo støðini í Kollafjarðardali og somuleiðis kunnu klæðir latast í ein bil, sum koyrir niðan á Sornfelli. Aftaná renningina sleppa vit inn í hølini at handa heiðursmerki. Eisini ber til at skifta í turr klæðir.

Tilmeldingin er klár inni á renn.fo, undir tilmelding.

- Bragdið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder