Fótbóltur

Liðfelagi hjá Brandi slapp ikki á landsliðið

Tað er ikki tað sama at spæla ein dyst uttandura og at vera saman á landsliðnum í tíggju dagar, sigur læknin á svenska landsliðnum.

Brandur Henriksson vandi saman við landsliðnum á Tórsvølli í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Henriksson vandi saman við landsliðnum á Tórsvølli í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-02 08:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svenski landsliðsleikarin Martin Olson, sum spælir saman við Brandi Hendrikssyni á liðnum Helsingborgs IF, sleppur ikki at umboða landslið sítt á hesum sinni. Men tað sleppur Brandur.

Korona hevur verið staðfest í leikarahópinum hjá Helsingborg, og tað er orsøkin til at Martin Olsson ikki sleppur at vera saman við svenska landsliðnum á hesum sinni.

Sostatt hevur svenska landsliðið øðrvísi reglur viðvíkjandi korona-støðuni, enn føroyska landsliðið hevur. Tí Brandur Hendriksson Olsen er komin til Føroya og er partur av landsliðnum, sum er savnað undan dystunum móti Malta og Andorra.

Sí myndirnar frá landsliðsvenjingini í gjár

Eitt miðlatalsmaður hjá Helsingborgs IF sigur við Helsingborg Dagblad, at landsliðið (og meinar harvið svenska landsliðið, red.) fylgir protokollinihjá Uefa.

Martin Olsson og Brandur Hendriksson spældu báðir allan dystin tá Helsingborg sunnudagin vann 3-1 á Djurgården.

Miðlatalsmaðurin roknar ikki við, at Brandur skal í sóttarhald tá hann kemur aftur til Svøríkis, tí svensku heilsumyndugleikarnir ikki hava krav um sóttarhald um fólk annars eru frísk og uttan sjúkueyðkenni.

Um orsøkina til at sýta Olsson at vera saman við landsliðnum, sigur læknin hjá svenska landsliðnum, Anders Valentin, soleiðis til heimasíðuna hjá svenska fótbóltssambandinum.

- Tað er stórur munur at spæla ein uttandura dyst í svensku kappingini, og so at vera í eini ”landsliðsbløðru” í tíggju dagar.

Føroyska landsliðið ansar serliga væl eftir hesaferð. Í samrøðu við Andreas Lava Olsen í gjár  varð greitt frá, at spælararnir hesaferð liva í sóttarhaldslíknandi umstøðum á einakamari har maturin verður etin í einingi á kamarinum eisini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder