Ferðalagið hjá KÍ kann í morgin fara heim við einum góðum úrsliti í viðførinum. Eftir eitt gott avrik í Vilnius ímóti Riterai er møguleikin at koma víðari úr 1. umfari góður. 1-1 úrsliti er eisini gott fyri samlaða talið av føroyskum stigum í Evropa.
KÍ' arnir vóru ágangandi frá byrjan og royndu at trýsta heimaliðið høgt. KÍ kom eisini til fyrstu góðu støðuna, tá Patrik Johannesen kom til baklinjuna eftir fimm minuttir, men einki spurdist burturúr. Júst hetta var afturgangandi í 1. hálvleiki; liðini skaptu ongar málmøguleikar, men komu bert til hendinga støður. Riterai setti seg nakað meira á dystin, sum hálvleikurin leið, og hevði eisini nakrar fáar skotroyndir, men tað gjørdist ongantíð vandamikið.
Tað gekk tó minni enn ein minuttir í 2.hálvleiki, til teir í gulum fingu hol á. Tað tyktist sum, at KÍ ikki var komið heilt út eftir steðgin, og eftir at bólturin varð lagdur yvirum, kundi høgri bakkurin hjá Riterai seta bóltin væl í málið.
Liðið hjá Mikkjal Thomassen skuldi tó ikki brúka langa tíð at rista skelkin av sær. Í 1. hálvleiki hevði KÍ onga skotroynd, hóast føroyska liðið liðið kom til nakrar hampiligar støður, men næstu stóru løtuna var meira broddur í álopsspælinum. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik sendi Jóannes Bjartalíð eitt hart og gott horna inn úr vinstru, og tað møtti liðformaðurin Jákup B. Andreasen frálíka væl, setti fótin á, og so var javnleikur. Hetta var fyrsta málið hjá Jákupi fyri KÍ í evroepiskum fótbólti; talan var um sjeynda dystin hjá KÍ á rað í Evropa, og tann fjórða útidystin á rað, við einum málið. Útivallarmálið kann vísa seg at fáa sera stóran týdning.
Har kom einki mál afturat í dystinum. KÍ lá løtuna eftir málið framvið, men fall so líðandi nakað longur aftur á vøllin. Klaksvíkingar tyktust nøgdir við úrsltiið, men fimm minuttir fyri leiklok kom Simen Sandmæl ígjøgnum og var nær við at fáa skot á og harvið gera støðuna betri. Heimaliðið tyktist at vera rímiliga dugnaligt í grundspælinum, men hóast bólturin varð fluttir væl runt til tíðir, so manglaði nakaða av ferð, hugflog, umframt tær avgerandi alveringarnar. KÍ kom ongantíð heilt undir trýst, tí liðið spældi klókt, var ágangandi og vælskipað. Stutt fyri leiklok rakti Riterai stongina eftir eina tilvildarliga støðu, og so var støðan spent í KÍ-brotsteiginum í nøkur sekund, áðrenn ruddað varð burtur.
Talan var samanumtikið um ein javnan dyst; liðini vóru javnt nógv á bóltinum, KÍ hevði eina skotroynd á málið fleiri og liðini høvdu tvey hornaspørk hvør. Stórur spenningur er í uppgerðini eftir fyrra dystin.
Seinni dysturin verður leiktur á Svangaskarði týskvøldið 16. juli.
Europa League 1. umfar, fyrri dysturin
11.07 - LFF Stadium, Vilnius
(17.30): FK Riterai - KÍ (0-0)
46' Valdemar Borovskij 1-0
55' Jákup B. Andreasen 1-1
KÍ: Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð (86´Torbjørn Grytten), Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen (L), Boris Dosljak - Simen Sandmæl (90' Jonn Johannessen), Patrik Johannesen (88 'Páll A. Klettskarð)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald