Fótbóltur

Liðið hjá Mikkjali avgjørdi langt inni í yvirtíðini

AIK er langt frá fyrsta plássinum í Allsvenskan, men sigurin á Brommapojkarna var týðandi í stríðnum um evropeiskt pláss. Ein 16-ára gamal avgjørdi alt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-16 16:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðið hjá Mikkjali Thomassen datt í roynd og veru úr svenska meistarastríðnum seint í summar, tá AIK tapti fyri Mjallby.

Nú sjey umfør eru eftir, bendir alt á at Mjällby fer at gerast meistari á fyrsta sinni. 

AIK stríðist ístaðin um at enda nummar tvey ella trý og harvið tryggja evropeiska luttøku næsta ár aftur.

Í gjárkvøldið fekk liðið týðani mál í hesum stríðnum. Tað var 1-1 eftir 95 minuttir, men so sló 16-ára gamli Kevin Filling til. Stórtalentið stútaði bóltin í netið, og tað var tað seinasta, sum hendi í dystinum, har AIK var leikliga omaná.

Liðið hjá føroyska venjaranum er framvegis nummar trý, og tvey stig eru niður til Göteborg. Neyðugt er at enda í topp-trý fyri at vera vísur í evropeiskum plássi.

Sí hæddarpunktini ovast ella her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder