1. umfar í Bundesliguni varð sett í gongd í gjárkvøldið, hóskvøldið, tá tveir dystir vóru á skránni. Føroyskir landsliðsprofilar vóru í eldinum í ávikavist Kiel og Berlin.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel hava nýggjan norskan venjara og nýggjar profilar sum Julian Köster og Domen Makuc. Men Elias og aðrir gamlir kenningar byrjaðu dystin móti Lemgo - og byrjaðu hann væl.
Útiliðið hekk tó í, tað var 17-15 í steðginum. Men Kiel hevði bara meira góðsku og vann 35-27. Elias á Skipagøtu skoraði fýra ferðir og brendi fýra ferðir í dystinum.
Sí eisini: Elias trívist væl í nýggja leistinum hjá Kiel
Sí hæddarpunkt her:
Í høvuðsstaðnum legði heimaliðið út sum eitt óløgi og var á odda 17-9 í steðginum móti styrkta Melsungen-liðnum.
Johannes Golla og hinir arbeiddu seg tó inn eftir steðgin, og tað endaði 33-31.
Matthes Langhoff var stóri maðurin hjá Füchse Berlin við 9 málum. Hákun West av Teigum fekk tríggjar skotmøguleikar av høgra vongi og skoraði uppá tveir teirra.
Sí hæddarpunkt her:
![]()
Hákun West av Teigum og liðfelagir hansara skulu aftur royna at stríðast í oddinum í heimsins sterkastu deild (Mynd: EPA)
Sunnudagin leggja Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf til brots í Bundesliguni, tá Rhein-Neckar Løwen kemur á vitjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald