Fótbóltur

Liðskiparin: Eg hugsi bara um ein dyst

Atli Gregersen hugsar bara um at vinna hendan dystin.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-09-06 11:04 Author image
Ari av Rana

Føroyska manslandsliðið í fótbólti spælir í annaðkvøld Nations League dyst á Tórsvølli ímóti Malta.

Nations League kappingin er ein nýggj kapping, har lið skulu hava ein betri møguleika at vinna seg til EM endaspælið.

Liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðinum, Atli Gregersen, sigur, at hann hugsar bara um hendan eina dystin.

- Hetta er ein møguleiki at koma við í EM. Nations League er áhugavert, men fyri at verða heilt erligur, so hugsi eg bara um hendan eina dystin.

Atli Gregersen sigur, at tað er týdningarmikið við einari góðari byrjan, og tað krevur ein sigur á Malta í morgin.

placeholder
placeholder