Fótbóltur

Linfield - liðið sum "altíð" spælir í Føroyum

Nú eru fýra ár síðani seinast; nógv vinnandi norðurírska liðið var fýra ár á rað í Føroyum..

Linfield spældi seinast í Føroyum í 2015, har NSÍ basti norðurírska liðinum á Svangaskarði. Hetta er einasta tapið hjá Linfield í átta dystum ímóti føroyskum feløgum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Linfield spældi seinast í Føroyum í 2015, har NSÍ basti norðurírska liðinum á Svangaskarði. Hetta er einasta tapið hjá Linfield í átta dystum ímóti føroyskum feløgum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-21 21:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast sjónband av dystum hjá flestu mótstøðuliðnum nú eru løtt at fáa fatur á, so er eitt mótsstøðulið í evropeiskum fótbólti í stóran mun ein ókendur faktorur. Tá eitt lutakast er av, kennir eitt føroyska lið í fáum førum nakað serliga nógv til liðið, sum tað skal dystast við. Soleiðis er ikki við Linfield FC, ið spælir í Gundadal ímóti  HB í Europa League týsdagin - harvið vitjar Linfield í Føroyum á fimta sinni. Einki útlendskt lið hevur leikt so nógvar dystir í Føroyum. 

Frá 2012 og til og við 2015 var Linfield á hvørjum ári í Føroyum til evropeiska uppgávu. Fyrsta uppgávan var B36 í Champions League, og eftir 210 málleysar minuttir kom norðurírska liðið víðari eftir brotssparkskapping. Komandi árini var talan um Europa League. Í 2013 var talan um greiðan samanløgdan sigur til Linfield ímóti einum nakað feriuraktum ÍF-liðið. Árið eftir var tað aftur B36, og tað var aftur tætt, men tey bæði útivallarmálini hjá norðurírum gjørdu munin. Seinastu ferð Linfield var í Føroyum tapti liðið, men 4-3 sigurin hjá NSÍ var ikki nóg mikið hjá runavíkingum at koma víðari.

2012:
Linfield - B36 0-0
B36 - Linfield 0-0 (Linfield víðari eftir brotsspørk)

2013:
ÍF - Linfield 0-2
Linfield - ÍF 3-0 
(5-0 samanlagt)

2014: 
B36 - Linfield 1-2
Linfield - B36 1-1
(3-2 samanlagt)

2015: 
Linfield - NSÍ 2-0
NSÍ - Linfield 4-3
(5-4 samanlagt)

Einki føroyskt lið hevur megnað at koppa Linfield enn. Við undantaki av ÍF í 2013, hevur talan hevur verið um tættar uppgerðir, og metast má, at HB hevur ein realistiskan møguleika, hóast tað verður trupult.

Hørður: Hava ein møguleika at spæla okkum víðari

Linfield hevur vunnið 43 steypakapingar og heili 53 meistarheiti. Tað er bert Rangers úr Skotlandi, sum liggur omanfyri í heminum við 54 meistarheitum. Seinastu árini hevur serliga Crusaders, ið sló B36 út í farnu viku, av álvara bjóðað í stríðnum um meistaraheiti, men Linfield fór avstað við meistaraheitinum í ár. Kappingin endaði seinast í apríl og síðani hevur Linfield spæt tveir Champions League-dystir ímóti Roseborg, ið endaðu við 0-6 tapi samanalgt, og søguríka felagið úr Belfast hevur ikki nógv glæsilig úrslit í Evropa. Venjarin hjá liðnum er David Healy, ið hevur skorað flest mál landsliðsmál fyri Norðurírland (36) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder