2023-11-11 20:31
17-ára gamla Lisa Haraldsen úr Sørvági spælir næsta kappingarár við HB.
Álopssinaði leikarin hevur leikt øll síni barnaár við 07 Vestur og er eisini skrásett fyri 48 dystir og 12 mál har vesturi.
Lisa Haraldsen hevur umboðað Føroyar á øllum ungdómslandsliðunum, og eisini har hevur Lisa skorað fleiri mál. Hon er serliga kend fyri sítt máltev og sanniliga eisini sína sera stóru arbeiðsorku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald