Fótbóltur

Sara Benjaminsen skoraði tvær ferðir og varð dagsins spælari í donskum oddabraki

Unga strandakvinnan vísti av álvara sínar dygdir í 2-2 dystinum móti HB Køge.

Sunnudagin seinnapartin gjørdi Sara Benjaminsen bart, tá oddaliðið HB Køge vitjaði í Farum: HB Køge var á odda tvær ferðir, men í báðum førum svaraðu FC Nordsjælland og Sara aftur (Mynd: FC Nordsjælland)

Sunnudagin seinnapartin gjørdi Sara Benjaminsen bart, tá oddaliðið HB Køge vitjaði í Farum: HB Køge var á odda tvær ferðir, men í báðum førum svaraðu FC Nordsjælland og Sara aftur (Mynd: FC Nordsjælland)

2026-10-04 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

17-ára gamla Sara Benjaminsen skal seinni í mánaðinum spæla á A-landsliðnum á fyrsta sinni, tá Føroyar spæla venjingardyst móti Andorra.

Og hetta hevur skjóta strandakvinnan avgjørt stigið til. Seinastu vikurnar hevur hon spælt í so at siga hvørjum dysti hjá FC Nordsjælland og millum annað skorað móti FCK.

Sunnudagin seinnapartin gjørdi Sara Benjaminsen bart, tá oddaliðið HB Køge vitjaði í Farum.

HB Køge var á odda tvær ferðir, men í báðum førum svaraðu FC Nordsjælland og Sara aftur.

Tað fyrra var gott vinstrabeinsskot beint uttanfyri brotsteign, og í 63. minutti var ungi føroyingurin til reiðar í brotsteignum og javnaði til 2-2.

Eftir dystin varð Sara Benjaminsen kosin dagsins spælari hjá heimaliðnum.

Hin føroyingurin hjá FC Nordsjælland, Kára Sigurðsson, var ikki í hópinum. Við úrslitinum er FC Nordsjælland framvegis á 2. plássi - fýra stig eru upp til oddaliðið HB Køge, sum stendur seg væl í Champions League.

Átta umfør eru eftir undan vetrarsteðginum í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder