Týsdagin tapti Litava 0-6 móti Turkalandi á heimavølli í Vilnius.
Og vánaliga úrtøkan hevur nú við sær, at einans tríggir leikarar, sum vóru við at byrja við móti Turkalandi hava fingið afturval í byrjanaruppstillingini á Tórsvølli móti Føroyum. Dysturin byrjar klokkan 17.
Okkurt bendir á, at tað ikki er rættiligur harmoniur á litaviska landsliðnum. Í hvussu so er varð tað lagt merki til, at einans venjarin, Valdas Ivanauskas, møtti upp til tíðindafundin undan dystinum. Ongin spælari var við.
Á Tórsvølli verður hetta sett í samband við, at bert tríggir leikarar nú hava fingið afturval í byrjanaruppstillingini.
Teir tríggir, sum hava fingið afturval eru verjuleikarin Linas Klimavicius og miðvallaleikararnir Arvydas Nivikovas og Linas Kégelaitis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald