Tað var øðiligur larmur og gott lag í Alexandra Palace í gjárkvøldið, 2. januar, tá hálvfinalurnar í PDC World Championship í dart vórðu spældir.
Áskoðarnir í "Ally Pally" fingu tó ikki nakran serligan spenning. Til tað vóru favorittarnir Micheal van Gerwen og Luke Littler ov sterkir til teirra mótstøðumenn.
Niðurlendingurin rakti ikki sítt allarbesta kvøld, men Chris Dobey, ið var í sínari fyrstu PDC hálvfinalu megnaði ikki at fylgja við van Gerwen. Onglendingurin tók eitt sett men tók ikki veruliga av tær løturnar, tá møguleikin var her. Micheal van Gerwen var sannførandi seinastu settini og fekk skjótt nummar seks í hús.
Hetta verður sjeyndu ferð, at eyðkendi 35-ára gamli niðurlendingurin skal spæla finalu í PDC World Championship. Tað verður longu aðru ferð hjá Luke Littler, sum bert er 17-ára gamal.
Littler tapti fyri Luke Humphries í finaluni í fjør, tá hann í luttók í kappingini fyri fyrstu ferð. Síðani hevur stóra dart-stjørnuskotið vunnið Premier League og aðrar kappingar. Eftir ein flottan og sannførandi sigur í gjárkvøldið er greitt, at hann fær enn ein møguleika at gerast PDC heimsmeistari áðrenn 18 ára-føðingardagin - hesin verður seinni í mánaðinum.
Luke Littler hevur havt nógv at fegnast um seinasta stóra árið. Í kvøld kann 17-ára gamli onglendingurin seta krúnuna á verkið (Mynd: EPA)
Fyrst skal Littler spæla móti trýfalda meistaranum Micheal van Gerwen um stóra heitið. Stephen Bunting hevur havt eitt flott HM og hevði eisini høgt miðaltal í gjár (100.10), men Littler var bara betri í hálvfinaluni millum landsmenninar. Tað var ein góður dartdystur, sum tó endaði 6-1 til unga mannin við 105.48 í miðaltali - tað samanlagt næsthægsta í kappingini
Frá umleið klokkan 20 í kvøld - verður tað tann royndi og nógv vinnandi móti tí unga, sum er framtíðin, í norðara parti av London. Luke Littler hevur helst størri stuðul, nú kappingin er í sínum heimlandi, og hann stendur eisini sum favorittur hjá veddingarfyritøkum og flestu serfrøðingum. Talan kann tó gerast um ein ógvuliga spennandi dyst.
Fyrst upp í sjey sett-sigrar gerst PDC-heimsmeistari. Byrjað verður í Aleksandra Palace millum 19.30 og klokkan 20 í kvøld. Danska TV3 Sport og Viaplay vísa finaluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald