Tann fyrri av tveimum dystum í Premier League í dag varð leiktur á Craven Cottage. Tað var liðið, ið lá næstovast á stigatalvuni undan dystinum ímóti liðnum á næstniðasta plássi. Hóast Liverpool hevði yvirvágina, so varð dysturin ikki avgjørdur fyrrenn seinasta bríksl.
Liverpool kom frá einum frálíkum sigri í München í miðvikuni, og útiliðið legði seg á odda eftir 25 minuttir í dag. Tað var eftir gott uppspæl í vinstru, at formsterki Saido Mané legði Liverpool á odda. Hendan støðan helt sær leingi, og Liverpool hevði møguleikar at økja. Men skarpleikin var ikki heilt har í dag.
Ístaðin gav Liverpool eina gávu burtur, tá eitt stórt korter var eftir. Van Dijk fór nakað skeivur av einum langum bóti, og hansara afturlegging við høvdinum var ov stutt. So kundi fyrrverandi Liverpool-leikarin, Ryan Babel, koma ímillum og prikað bóltin í málið. Ógvuliga sjáldsamur feilur av hollendska miðverjanum og heldur ikki yvirbevísandi málmansspæl frá Allison.
Mistakið hjá dýrtkeyptu leikarunum var nær við at gerast avgerandi, men so gjørdi málverjin hjá Fulham ein stóran feil. Sergio Rico gjørdi klossut brotsspark, ið innskifti James Milner kaldliga útnyttaði. Tað var ikki so pent hjá Liverpool, men liðið hjá Klopp er nú aftur á odda í Premier League.
Støðan í oddinum:
1. Liverpool 76 stig * Ein dyst fleiri
2. Manchester City 74 stig
3. Tottenahm 61 stig
4. Arsenal 60 stig
5. Manchester United 58 stig
6. Chelsea 57 stig *Ein dyst færri
16.30: Everton - Chelsea (6'eren/Viaplay)
Fótbóltur
Liverpool aftur oddalið
Ein stór villa var nær við at kosta, men við brotssparki tíggju minuttir fyri tíð hálaði liðið hjá Klopp trý stig við heim.
Liverpool vann 2-1 í London og er aftur á odda í Premier League (Mynd: EPA)
2019-03-17 16:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald