Fimm dystir í Premier League vórðu leiktir í gjár.
Manchester City og Leicester løgdu út við at vinna favorittsigrar á útivølli. Bæði liðini skoraðu tvær ferðir í 1. hálvleiki, og so snúði tað seg bara um at koyra sigurin heim. Liðið hjá Pep Guardiola hevur vunnið níggju dystir á rað í Premier League. Í teimum hevur liðið bert latið eitt mál inn - málið hjá Chelsea til 1-3 í yvirtíðini - og seks teir seinastu dystirnar er so at siga einki farið framvið Ruben Dias og John Stones og so slett einki framvið Ederson. Leicester er aftur á slóðini eftir tveir dystir uttan sigur.
Málskjúttarnir hjá City í gjárkvøldið - tað er tó serliga verjuparturin hjá liðnum sum hevur gjørt mun í seinastuni (Mynd: EPA)
Tað sama er Everton. Liðið úr Liverpool vann í gjár 2-1 í Leeds, er nú nummar seks og bjóðar av álvara av í stíðnum um Champions League-pláss.
Í løtuni eru nábúgvarnir hjá Everton á 4. plássi. Meistararnir vórðu yvirhálaðir av Leicester í gjárkvøldið. Orsøkin var enn eitt vánaligt avrik á heimavølli. Liverpool hevði greiða leikliga yvirvág, men útiliðið var væl skipað, meira vandamikið og tíggju minuttir inn í 2. hálvleiki fekk liðið eitt heldur tilvildarligt mál. Liverpool var uttan sjúka Allison í málinum, uttan skøddu miðverjarnar og skadda Sadio Mané og hevði bert eitt skot uppá mál í dystinum. Jurgen Klopp skal finna eina aðra uppskrift til sunnudagin, tá oddaliðið kemur á vitjan. Um Liverpool skal endurvinna meistaraheitið, er ein sigur á City so at siga eitt ófrávíkiligt krav.
Bólturin fór heldur tilvildarliga framvið Kelleher, og tað varð einasta málið í dystinum (Mynd: EPA)
Í Birmingham gjørdi serliga ein maður um seg. Í farnu viku leigðaði West Ham Jesse Lingard úr Manchester United, og hóast álopskendi miðvallarin hevur spælt heilt lítið seinasta stóra árið, so skoraði hann tvey mál í 3-1 sigrinum á Aston Villa í gjárkvøldið - sínum fyrsta dysti í West Ham-troyggjuni. Talan var um ein góðan sigur hjá liðnum hjá David Moyes, ið nú er á 5. plássi.
Lingard - her í dysti fyri Manchester United móti West Ham (Mynd: EPA)
Í gjár - mikudagin 03.02
Burnley - Manchester City 0-2 (0-2)
3' Gabriel Jesus 0-1
38' Raheem Sterling 0-2
Fulham - Leicester 0-2 (0-2)
17' Kelechi Iheanacho 0-1
44' James Justin 0-2
Leeds - Everton 1-2 (0-2)
9' Gylfi Sigurðsson 0-1
41' Dominic Calvert-Lewin 0-2
48' Ralphinha 1-2
Liverpool - Brighton 0-1 (0-0)
56' Steven Alzate 0-1
Aston Villa -West Ham 1-3 (0-0)
51' Tom Soucek 0-1
56' Jesse Lingard 0-2
81' Ollie Watkins 1-2
83' Jesse Lingard 1-3
Týsdagin 03.02
Manchester United - Southampton 9-0 (4-0)
18' Aaron Wan-Bissaka 1-0
25' Marcus Rashford 2-0
34' Sjálvmál 3-0
39' Edinson Cavani 4-0
69' Anthony Martial 5-0
71' Scott McTominay 6-0
87' Bruno Fernandes (br.) 7-0
90' Anthony Martial 8-0
90' Daniel James 9-0
Reyð kort: Alexandre Jankewitz (2') og Jan Bednarek (86') - báðir hjá Southampton og báðir beinleiðis
Wolves - Arsenal 2-1 (1-1)
32' Nicolas Pepe 0-1
45' Ruben Neves (br.) 1-1
49' Joao Moutinho 2-1
Reyð kort: David Luiz (45') og Bernd Leno (72') - báðir hjá Arsenal og báðir beinleiðis
Sheffield United - West Bromwich 2-1 (0-1)
41' Matt Phillips 0-1
56' Jayden Bogle 1-1
73' Billy Sharp 2-1
Newcastle - Crystal Palace 1-2
2' Jonjo Shelvey 1-0
21' Jairo Riedewald 1-1
25' Gary Cahill 1-2
Les eisini: Manchester United og Southampton javnaðu egnu met
Í kvøld - hósdagin 04.02
20.00: Tottenham - Chelsea
Støðan
1. Manchester City 47 stig (21 dystir)
2. Manchester United 44 stig (22 dystir)
3. Leicester 42 stig (22 dystir)
4. Liverpool 40 stig (21 dystir)
5. West Ham 38 stig (22 dystir)
6. Everton 36 stig (20 dystir)
7. Tottenham 33 stig (20 dystir)
8. Chelsea 33 stig (21 dystir)
9. Aston Villa 32 stig (20 dystir)
10. Arsenal 31 stig (22 dystir)
11. Leeds 29 stig (21 dystir)
12. Southampton 29 stig (21 dystir)
13. Crystal Palace 29 stig (22 dystir)
14. Wolves 26 stig (22 dystir)
15. Brighton 24 stig (22 dystir)
16. Newcastle 22 stig (22 dystir)
17. Burnley 22 stig (21 dystir
18. Fulham 14 stig (21 dystir)
19. West Bromwich 12 stig (22 dystir)
20. Sheffield United 11 stig (22 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald