Fótbóltur

Manchester United og Southampton javnaðu egin met

Liðið hjá Solskjær var í yvirtali í so at siga 90 minuttir og vann heili 9-0. Arsenal fekk, eins og Southampton, tvey reyð kort í ósigri. Sheffield United vann týðandi botndyst.

Máltalvan á Old Trafford í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Máltalvan á Old Trafford í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2021-02-03 07:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

4. mars 1995 vann Manchester United 9-0 á Old Trafford, tá Ipswich Town vitjaði. Hetta metið fyri størsta sigur í Premier League søguni stóð einsamalt í stutt yvir 24 og eitt hálvt ár. 25. oktober í 2019 vann Leicester 9-0 í Southampton. Heimaliðið fekk reytt kort longu í 12. minutti - tá støðan var 0-1 - og fall síðani fullkomilga

Tað er næstan óhugsandi, men tað gekk ikki nógv meira enn eitt ár, til Ralph Hassenhüttl aftur upplivdi, at hansara lið tapti 9-0. Eins og fyri skjótt 26 árum síðani vann United 9-0 í Premier League-dysti á Old Trafford. Grundarlagið fyri sigrinum varð lagt í 2. minutti, tá Alexandre Jankewitz kom við einari sansaleysari takkling á miðjum vølli. 19-ára gamli sveisiski miðvallarin stemplaði Scott McTominay í lærið, Mike Dean ivaðist ikki, og so varð greitt, at Jankewitz ikki helt leingi í sínum fyrsta dysti frá byrjan í Premier League, og at brekkan hjá heldur skerda Southampton-liðnum fór at vera sera tung.

Heimaliðið gjørdi sær eisini dælt av støðuni og vísti onga náði ígjøgnum dystin. United spældi við góðari ferð og høgari góðsku í 1. hálvleiki, og munurin kundi væl verið meira enn tey fýra málini. Í 2. hálvleiki fór ferðin nakað niður, United spardi Cavani, Rashford og Shaw, ið allir høvdu spælt heilt væl og verið við í málum, og útiliðið royndi av øllum alvi at avmarka tapið. Hetta gekk væl fyrsta partin av hálvleikinum, men so raplaði inn aftur, og í yvirtíðini sló Daniel James risasigurin fastan.

Sí øll málini her

Nakrar VAR-støður vóru í dystinum, og útliðið fekk eitt mál kolldømt, ið var so hárfínt viðíkjandi rantstøðu sum gjørligt, og Jan Bednarek fekk eitt heilt bíligt reytt kort fyri at klikkja beinið á Martial. Hetta var í samband við 7-0 málið stutt fyri leiklok. United er aftur á vinnarakós, er harvið framvegis væl við í oddastríðnum og fekk betra munandi um málúrttøkuna. Southampton skal av álvara reisa seg aftur.

[object Object]
Tað vóru nógv mál at fegnast um hjá United-leikarunum í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

[object Object]

Hjá Hassenhüttl var støðan ein onnur (Myndir: EPA)

Tríggir aðrir dystir vórðu leiktir í Premier League í gjár, og tað var ikki bert Southampton, ið fekk tvey reyð kort. Arsenal var á odda 1-0 og var omaná í dystinum á útivølli móti Wolves, men í yvirtíðini í fyrra hálvleiki var David Luiz bæði heldur klossutur og óheppin í einari støðu. Hann koyrdi Daniel Podence umkoll í brotsteigin og fekk beinleiðis reytt kort. Ruben Neves var ísakaldur úr ellivu metrum, men tíðliga í 2. hálvleiki skoraði landsmaðurin og makkarin á sentrala miðvøllinum eitt nakað betri mál: Joao Moutinho smekkaði sigursmálið inn - í 72. minutti fekk Arsenal-málverjin Bernd Leno beinleiðs reytt kort fyri at nýta hond uttanfyri brotsteigin.

[object Object]
Eitt brotsspark og reytt kort broytti alt í Wolverhampton (Mynd: EPA)

Í botndystinum í Sheffield kom West Bromwich á odda fimm minuttir fyri leiklok, men eftir steðgin gjørdi heimaliðið bart og tryggjaði sær sín triðja sigur í kappingarárinum - allir eru komnir í januar - og tann næsta innan eina viku. Bæði Sheffield United og West Bromwich eru í stórum trupulleikum, tí langt er upp til strikuna. Crystal Palace vann í Newcastle, ið er eitt av liðunum, ið er stutt omanfyri strikuna. 

Premier League
Týsdagin 03.02

Manchester United - Southampton 9-0 (4-0)
18' Aaron Wan-Bissaka 1-0
25' Marcus Rashford 2-0
34' Sjálvmál 3-0
39' Edinson Cavani 4-0
69' Anthony Martial 5-0
71' Scott McTominay 6-0
87' Bruno Fernandes (br.) 7-0
90' Anthony Martial 8-0
90' Daniel James 9-0

Reyð kort: Alexandre Jankewitz (2') og Jan Bednarek (86') -  báðir hjá Southampton og báðir beinleiðis

Wolves - Arsenal 2-1 (1-1)
32' Nicolas Pepe 0-1
45' Ruben Neves (br.) 1-1
49' Joao Moutinho 2-1

Reyð kort: David Luiz (45') og Bernd Leno (72') - báðir hjá Arsenal og báðir beinleiðis

Sheffield United - West Bromwich 2-1 (0-1)
41' Matt Phillips 0-1
56' Jayden Bogle 1-1
73' Billy Sharp 2-1

Newcastle - Crystal Palace 1-2
2' Jonjo Shelvey 1-0
21' Jairo Riedewald 1-1
25' Gary Cahill 1-2

Í kvøld - mikudagin 03.02
18.00: Burnley - Manchester City
            Fulham - Leicester

19.15: Leeds - Everton 

20.15: Liverpool - Brighton 
           Aston Villa -West Ham


Støðan
1. Manchester City 44 stig (20 dystir)
2. Manchester United 44 stig (22 dystir)
3. Liverpool 40 stig (21 dystir)
4. Leicester 39 stig (21 dystir)
5. West Ham 35 stig (21 dystir)
6. Tottenham 33 stig (20 dystir)
7. Chelsea 33 stig (21 dystir)
8. Everton 33 stig (19 dystir)
9. Aston Villa 32 stig (19 dystir)
10. Arsenal 31 stig (22 dystir)
11. Leeds 29 stig (20 dystir)
12. Southampton 29 stig (21 dystir)
13. Crystal Palace 29 stig (22 dystir)
14. Wolves 26 stig (22 dystir)
15. Burnley 22 stig (20 dystir)
16. Newcastle 22 stig (22 dystir)
17. Brighton 21 stig (21 dystir)
18. Fulham 14 stig (20 dystir)
19. West Bromwich 12 stig (22 dystir)
20. Sheffield United 11 stig (22 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder