Fótbóltur

Liverpool gjørdi tað ómøguliga

Eftir lemjandi 3-0 tap í útidystinum vann Liverpool í kvøld 4-0 á Barcelona, og er í Champions League-finaluni.

Winjaldum kom inn og gjørdi stóran mun, og ungi høgri bakkurin við 66-talinum var umráðandi í tveimum málum(Mynd: EPA)

Winjaldum kom inn og gjørdi stóran mun, og ungi høgri bakkurin við 66-talinum var umráðandi í tveimum málum(Mynd: EPA)

2019-05-07 22:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liverpool skuldi skora minst tríggjar ferðir móti Barcelona í seinni hálvfinaluni í kvøld, og tískil vóru Messi og co. stórfavorittar undan seinnu hálvfinaluni. Men tvær ferðir Origi og Winjaldum tryggjaði Liverpool finalupláss á ein ófatiligan hátt móti katalanska liðnum, ið fall heilt saman.

Liverpool fekk eina dreymabyrjan tá Divock Origi, matchvinnarin frá leygarkvøldinum í Newcastle, revsaði ein stóran feil frá Jordi Alba, og legði Liverpool á odda 1-0.

Barcelona mentist skjótt og vísti gott spæl til tíðir í 1. hálvleiki. Útiliðið skapti góðar møguleikar til at lukka uppgerðina, meðan Liverpool søkti at hinvegin, og talan var um ein opnan og undirhaldandi dyst.

Stutt fyri hálvleik fekk Andy Robertson ein snudd eftir nærdyst við Suarez. Winjaldum avloysti støðuga vinstra bakkin í steðginum, og eftir tíggju minuttir hevði hollendarin fingið javnvág í samlaða roknskapin. Fyrst beindi hann bóltin í málið, eftir at hann heldur tilvildarliga kom til hann úr høgru, og síðani stútaði Winjaldum bóltin væl inn eftir gott innlegg fra Shaqiri úr vinstru. 3-0 til Liverpool.

[object Object]

Nú lá dysturin og vippaði, og hvørgan av liðunum tóktiskt at tora heilt at fara eftir avgerandi málinum. Tað líktist longdari leiktíð, men hetta var kvøldið hja Liverpool, ið arbeiddi gróthart fyri tíð og var effektivt. Stórar tíggju minuttir fyri tíð tók vælleikandi Alexander-Arnold skjótt horna úr høgru, og bert Origi var til reiðar, og hann sendi Liverpool í finaluna annað árið á rað.

[object Object]

Heimaliðið vardi framúr væl ímóti endanum, og ein roynd frá Messi var tað frægasta, ið Barcelona hevði at bjóða uppá í øðrum hálvleiki. Enn eitt stórt evropeiskt vónbrot hjá Barcelona, ið blakaði stóra fyrimunin fyri borð, og liðið hja Klopp, uttan Firmino og Salah, var til reiðar at taka av. Anfield kókaði, og talan var um eitt heilt serligt evropiskt kvøld.

Í morgin verður greitt, hvat mótsstøðuliðið hjá Liverpool verður; Ajax ella Tottenham.

Liverpool - Barcelona 4-0 (1-0)
4-3 samanlagt
7' Divock Origi 1-0
54' Georginio Winjaldum 2-0
56' Georginio Winjaldum 3-0
79' Divock Origi 4-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder