Fótbóltur

Liverpool greiddi sín skyldu

Liverpool vann 2-0 á Fulham; er fyribils oddalið og framvegis ósigrað.

Shaqiri skoraði seinna málið í sigrinum hjá Liverpool á Fulham í dag
(Mynd: The Guardian)

Shaqiri skoraði seinna málið í sigrinum hjá Liverpool á Fulham í dag (Mynd: The Guardian)

2018-11-11 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann fyrsti av dagsins fýra dystum í Premier League varð leiktur á Anfield fyri løtu síðani. Liverpool tók ímóti uppflytaranum og botnliðnum, Fulham.

Tað var ein greið leikyvirvág til heimaliðið, ið fekk løn fyri stríðið fimm minuttir fyri hálvleik, tá Mohammed Salah sló til. Liverpool avgjørdi dystin tíðliga í 2. hálvleiki. Tað var Xerdan Shaqiri, ið ikk ivar við í Serbia týskvøldið, sum skoraði til 2-0.

Sigurin kundi verið størri men aftur trý stig til Liverpool og níggjundi sigurin í tólv dystum. 

Í gjár vann Tottenham, og tað er harvið sera tætt í oddinum, har liðini longu hava savnað nógv stig saman. City, Chelsea og Arsenal eru bæði á heimavølli í dag; City spælir grannauppgerð móti United, ið er nakað uttanfyri oddastríðið.

Liverpool - Fulham 2-0 (1-0)

Skráin seinni í dag: 


14.15: Chelsea - Everton
16.30: Arsenal - Wolves
           City - United
 
Støðan í oddinum: 

1.Liverpool 30 (12 dystir)
2.Manchester City 29 (11 dystir)
3.Chelsea 27 (11 dystir)
4.Tottenham 27 (12 dystir)
5.Arsenal 23 (11 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder