Fótbóltur

Liverpool kann ikki longur náa metið fyri flest stig

Arsenal vann mikukvøldið 2-1 á ensku meistaranum.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-16 11:50 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Á Emirates tók Arsenal ímóti Liverpool, ið longu er enskur meistari og harvið bert hevur æru og møgulig met at spæla fyri.

Liverpool var omaná í dystinum, men mistøk í verjupartinum gjørdi at Arsenal fór avstað við sigrinum. Tað var tó Liverpool sum legði seg á odda við máli frá Sadio Mane eftir upplegg frá Andrew Robertson.

Eitt korter fyri steðgin fangaði Alexandre Lacazette bóltin eftir mistak frá Van Dijk og sneið sær framvið málverjanum og javnaði til 1-1. Beint fyri steðgin gjørdi verjuparturin hjá Liverpool enn eitt mistak. Hesa ferð var tað málverjin Alisson, ið spældi bólti fyri føturnar á Lacazette, ið fann Reiss Nelson, sum skoraði til endaliga úrsliti 2-1.

Tapið ger at Liverpool nú ikki kann náa metið fyri flest stig, sum Manchester city hevur. City fekk 100 stig í kappingarárinum 2017-18, meðan Liverpool kann í ár koma uppá 99 stig.

Tottenham vann ein týðandi sigur í strembanini eftir Europa League plássinum, tá teir á útivølli vunnu 3-1 á Newcastle. Harry Kane skeyt tvey av málinum fyri Tottenham meðan Son Heung-Min skeyt eitt. Málið hjá Newcastle skoraði Matt Ritchie.

Á Turf Moor deildu Burnely og Wolves stigini, tá tey leiktu javnleik 1-1, meðan Manchester City vann 2-1 á heimavølli ímóti Bournemouth.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder