Fótbóltur

Liverpool kom væl frá byrjan

Liverpool vann 4-0 á West Ham í fyrsta dystinum.

2018-08-12 16:10 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í dag spældi Liverpool sín fyrsta dyst í Premier League í ár, tá teir tóku ímóti West Ham á Anfield. Dysturin endaði 4-0 eftir mál frá Salah, Mane og Sturridge. 

Sigast má, at Mohammed Salah byrjaði kappingarárið, har hann slepti í fjørð. Longu í nýtjanda minutti legði hann Liverpool á odda eftir gott innleg frá Andy Robertson. Síðani skorðaði Mane tvey mál, men tað næsta málið hjá honum skuldi allarhelst verði kolldømt fyri rangstøðu. 

Daniel Sturridge, sum í fleiri ár hevur verið darvaður, skorðaði síðsta málið fá sekundir, eftir at hann var komin inn. Hann hevur spælt væl í vinardystunum áðrenn kappingina, so spennandi verður at síggja, um hann verður skaðafríður. 

Aðrir dystir hava eisin verið í Premier League í dag. Klokkan Southampton og Burnley spældu málleysan javnleik. Júst nú, klokkan 16.00, byrjaði dysturin ímillum Manchester City og Arsenal. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder