Fótbóltur

Liverpool og Ajax buldra víðari

Bæði liðini høvdu á pappírinum torførar uppgávur, men vunnu og spældu seg harvið víðari við fjórða sigrinum av fýra møguligum í bólkaspælinum. Í báðum dystunum fekk mótstøðuliðið nógv umtalað reytt kort - í Dortmund gjørdist hetta avgerandi fyri dystin.

Sadio Mané hevur her skorað til 2-0 fyri Liverpool

Sadio Mané hevur her skorað til 2-0 fyri Liverpool

2021-11-04 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, mikudagin 3. november, spældu sekstan lið í fjórða umfari í bólkaspælinum í Champions League. 

Tað gjørdist millum annað greitt, at Liverpool og Ajax skulu spæla áttandapartsfinalur í februar. Bæði liðini vunnu við tveimum málum í í tí, sum áðrenn tyktist sum truplar uppgávur.

Tað gjørdist tað ongantíð veruliga hjá vælsmurda Liverpool-liðnum, sum eins og í fyrra dystinum millum liðini legði út sum eitt óløgi, og eftir tjúgu minuttir var 2-0. Jota og Mané skoraðu málini, Liverpool var greitt omaná, og tann møguleikin sum Atletico Madrid hevði at koma aftur í uppgerðina hvarv, tá Felipe fekk beinleiðis reytt kort fyri at fella Mané við takkling miðskieðis á Liverpool-hálvuni fyri at støðga einum snarálopið. Liðið hjá Klopp hevur verið flúgvandi higartil í kappingarárinum og hevur nú spælt seg víðari. Liðið hjá Simeone skal stríðast við serliga Porto um hitt plássið. 

[object Object]
Reyða kortið hjá Hummels tyktist at vera púra skeivt dømt, og hetta gav Ajax ein stóran fyrimun í 2. hálvleiki 

Í Dortmund legði Marco Reus heimaliðið á odda við brotssparki stutt fyri hálvleik, men stutt áðrenn tað hevði Mats Hummes onkursvegna fingið beinleiðis reytt kort. Ajax gjørdi sær dælt av yvirtalsstøðuni seinastu tjúgu minuttirnar, tá Tadic, Haller og Klaassen skoraðu. Tveir sigrar á Dortmund innan fimtan dagar, og Ajax er víðari. Dortmund skal spæla sera týðandi dyst í Lissabon 25. november - tað er einki, ið bendir á at Erling Braut Haaland verður tøkur til hendan dystin heldur.

Í bólki A liggur tað ógvuliga nógv til City og PSG. Liðið hjá Guardiola heldur fram at skora nógv mál í kappingini; PSG misti sigurin á stokkinum í gjárkvøldið, tí Leipzig skoraði við brotssparki í yvirtíðini - tí seinna ið liðið fekk í dystinum. 

Real Madrid og Inter Milan tykjast at hava fingið tamarhald í støðuni í bólkinum og vunnu teprar sigrar í gjár - Inter við lyklasigri í Tiraspol. Á Santiago Bernabeu legði Vinicius upp til bæði málini, ið Karim Benzema setti í málið. Harvið hevur fraklenindgurin nú skorað 75 ferðir Champions League-mál.


Champions League-bólkaspæl, 4. umfar
Mikudagin 03.11


Bólkur A
Manchester City - Club Brügge 4-1 (1-1)
RB Leipzig - PSG 2-2 (1-2)

1. Manchester City 9 stig
2. PSG 8 stig
3. Club Brügge 4 stig
4. RB Leipzig 1 stig


Bólkur B

Liverpool - Atletico Madrid 2-0 (2-0)
AC Milan - Porto 1-1 (0-1)

1. Liverpool 12 stig 
2. FC Porto 5 stig
3. Atletico Madrid 4 stig
4. AC Milan 1 stig


Bólkur C

Dortmund - Ajax 1-3 (1-0)
Sporting - Besiktas 4-0 (3-0)

1. Ajax 12 stig
2. Dortmund 6 stig
3. Sporting Clube de Portugal 6 stig 
4. Besiktas 0 stig


Bólkur D
Sheriff Tiraspol - Inter 1-3 (0-0)
Real Madrid - Shakhtar 2-1 (1-1)

1. Real Madrid 9 stig 
2. Inter Milan 7 stig 
3. Sheriff Tiraspol 6 stig
4. Shakhtar Donetsk 1 stig


Týsdagin 02.11 

Bólkur E

Bayern Munchen - Benfica 5-2 (2-1)
Dynamo Kiev - FC Barcelona 0-1 (0-1)

1.Bayern 12 stig
2.Barcelona 6 stig
3.Benfica 4 stig
4.Dynamo Kiev 1 stig

Bólkur F

Atalanta - Manchester United 2-2 (1-1)
Villareal - Young Boys 2-0 (1-0)

1. Manchester United 7 stig
2. Villareal 7 stig 
3. Atalanta 5 stig
4. Young Boys 3 stig

Bólkur G

Wolfsburg -Salzburg 2-1 (1-1)
Sevilla - Lille 1-2 (1-1)

Salzburg 7 stig
Lille 5 stig
Wolfsburg 5 stig
Sevilla 3 stig

Bólkur H

Malmö FF - Chelsea 0-1 (0-0)
Juventus - Zenit St. Pætursborg 4-2 (1-1)

Juventus 12 stig
Chelsea 9 stig
Zenit 3 stig
Malmö 0 stig

Les eisini: Ronaldo og Lewandowski slóu enn einaferð til

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder