Fótbóltur

Liverpool og Bayern kunnu spæla seg í fjórðingsfinaluna í kvøld

Liðið hjá Jürgen Klopp skal gera arbeiðið liðugt eftir 2-0 sigurin í Milano í fyrra dystinum. Bayern megnaði ikki at vinna í Eysturríki, men tað hevði verið ein risa skelkur, um tað ikki bar á mál hjá Nagelsmann og hansara monnum.

2022-03-08 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld fæst greiða á, hvørji tvey tey fyrstu liðini at spæla seg í ársins fjórðingsfinalur í Champions League verða.

Liverpool og Bayern München eru stórfavorittar at gera hetta. Liverpool, millum annað orsakað av 2-0 sigrinum á útivølli móti italsku meistarnum í fyrra dystinum, men eisini stimanum, ið Klopp og hansara menn eru í gongd við. Inter skal royna at skapa eina sesatión á Anfield í kvøld.

Bayern fekk óvæntað bert javnleik í fyrra dystinum móti RB Salzburg, ið spældi sín fyrsta Champions League knock-out dyst nakrantíð. Tað var heilt nær við, at Salzburg vann 1-0, men Kingsley Coman gjørdist í 90. minutti bjargingarmaðurin hjá Bayern. 1-1 undan fyrra dystinum ger, at nógv vinnandi týska liðið framvegis er stórfavorittur. Úrslitið 16. februar ger tó, at okkurt kundi bent á nakað av spenningini.

Báðir dystirnir byrjar klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder