Fótbóltur

Liverpool spældi aftur javnt

Liðið hjá Jurgen Klopp misti aftur tvey stig, tá liðið vitjaði hjá West Ham, og oddastríðið gerst harvið uppaftur tættari.

Liverpool og West Ham deildu stigini á Olympiska leikvøllinum í kvøld
(Mynd: The Guardian)

Liverpool og West Ham deildu stigini á Olympiska leikvøllinum í kvøld (Mynd: The Guardian)

2019-02-04 22:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liverpool skuldi í kvøld royna at fáa munin niður til Manchester City upp á fimm stig aftur. City vann á Arsenal í gjár, og í kvøld var liðið hjá Klopp á vitjan á Olympiska leikvøllinum í London. Hetta var seinasti dystur í 25. umfari.

Har legði heimaliðið frískliga út, og bæði Chicharito og Cresswell høvdu skotroyndir fyrstu tíggju minuttirnar, ið fóru stutt framvið málinum. Tað var tó Liverpool, sum kom á odda mitt í hálvleikinum. Tveir minuttir eftir fyrstu góðu royndina hjá útiliðnum var Mané knappur eftir eitt innlegg frá James Milner. Upptøkurnar vístu, at liðformaðurin hjá Liverpool var greitt rangstaddur, áðrenn hann legði innfyri. 

West Ham spældi klókt, við ágrýtni og við nógvari orku. Tað var tí ikki óuppiborið, tá Antonio eftir góða frísparkskombinatión kundi smekka bóltin væl niður í longra málhorn til 1-1. Hetta var bert seks minuttir eftir málið hjá Liverpool. Vælleikandi Declan Rice hevði ein stóran møguleika at leggja heimaliðið á odda stutt fyri hálvleik eftir líknandi støðu. 

Oddaliðið leitaði eftir 2-1 málinum allan 2. hálvleik, men tað gekk ikki nóg skjótt, bólturin varð ofta blakaður burtur, og tað eydnaðist ikki at opna kompakta West Ham-liðið upp. Kreativiteturin manglaði í hjá Liverpool. Salah hevði tó ein fræga skotroynd og við seinasta sparkinum í dystinum, gjørdist innskifti Divock Origi brádliga púra fríur, men belgiski áleyparin fekk ikki ferð á skotið. West Ham hevði nakrar støður, har møguleiki var fyri at avgera dystin, men sum minuttir gingu gjørdist meira týðiligt, at liðið hjá Pelligrini var vælforeint við støðuna. 

1-1 javnleikurin hevur við sær, at munurin ímillum Liverpool og Manchester City er trý stig, har City hevur betri málúrtøku. Tottenham er væl við í stríðnum eisini; liðið hjá Pochettino hevur fimm stig upp til Liverpool. 

West Ham - Liverpool 1-1 (1-1)
0-1 22. min Saido Mané
1-1 28. min Michail Antoinio

Úrslitini í vikuskiftinum: 
Tottenham - Newcastle 1-0
Brighton - Watford 0-0
Burnley - Spouthampton 1-1
Chelsea - Huddersfield 5-0
Crystal Palace - Fulham 2-0
Everton - Wolves 1-3
Cardiff - Bournemouth 2-0
Leicester - Manchester 0-1
Manchester City - Arsenal 3-1   

Støðan eftir 25 umfør

1

Liverpool 

 

62 stig

2

Manchester City

 

59 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

57 stig

4

Chelsea

 

50 stig

5

Manchester United

 

48 stig

6

Arsenal 

 

47 stig

7

Wolverhampton Wanderers

 

38 stig

8

Watford

 

34 stig

9

Everton

 

33 stig

10

AFC Bournemouth 

 

33 stig

11


Leicester City

 

32 stig

12

West Ham United 

 

32 stig

13

Brighton & Hove Albion

 

27 stig

14

Crystal Palace

 

27 stig

15

Newcastle

 

24 stig

16

Southampton

 

24 stig

17

Burnley

 

24 stig

18

Cardiff City

 

22 stig

19

Fulham

 

17 stig

20

Huddersfield Town

 

11 stig

       

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder