Fótbóltur

Liverpool spældi aftur javnt

Liðið hjá Klopp var annars greitt leikliga omaná - eisini aftaná býtta reyða kortið hjá Darwin Nuñez - men Crystal Palace fekk eitt stig við sær av Anfield. Mánadagin vitjar Liverpool hjá botnliðnum í Manchester í 3. umfari.

Eftir reyða kortið: Liðformaðurin Milner tosar ónøgda Nunez til sættis

Eftir reyða kortið: Liðformaðurin Milner tosar ónøgda Nunez til sættis

2022-08-16 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2. umfar í Premier League er farið aftur um bak, og merkisvert er millum annað, at tey bæði feløgini við stoltastu søguni og við størstu fjepparaskarunum, Liverpool og Manchester United, framvegis ikki hava vunnið og hava bert tvey stig samanlagt.

Tað er tó munur á, hvør avrikar betri: Manchester United varð leygarkvøldið fullkomiliga eyðmýkt á útivølli móti Brentford. Tað endaði 4-0, ið eisini var støðan, tá tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Tað sá út sum fullkomin upploysn, Ronaldo er ónøgdur, liðið sær alt annað enn styrknað út, og Erik Ten Hag skal av álvara finna loysnir. 

Liverpool hevði ikki ein góðan dyst í 1. umfari, har tað endaði 2-2 á útivølli móti Fulham. Í gjárkvøldið var liðið hjá Klopp greitt omaná, men Crystal Palace skoraði uppá sín fyrsta málmøguleika, ið kom eftir hálvan tíma, tá Eze vísti síni kynstur og Zaha sína ferð og kaldleika. 

Heimaliðið skuldi nú jagstra, men hóast nógvar góðar støður gekk striltið. Tá ellivu minuttir vóru leiktir í seinna hálvleik, fekk nýggi miðáleyparin hjá Liverpool beinleiðis reytt kort. Hetta var fyri at skalla danska miðverjan, Joachim Andersen, sum ígjøgnum dystin hevði dekkað Nunwz tætt og eisini ertað hann nakað. Dýrtkeypti áleyparin úr Uruguay sá tó tápuligur út í støðuni og fær helst nakrar dagar leikbann, men Andersen hevur fingið eina rúgvu av hóttanum á sosialu síðani dystin

[object Object]

Liverpool gjørdist tó betur eftir útvísingina, og tá ein tími var leiktur, tók Luis Diaz sakina í egnar hendur. Vinstri vongurin rak inn og smekkað bóltin í longra málhorn, stattur stutt uttanfyri brotsteigin. Eftir hetta trýsti liðið hjá Klopp við tíggju monnum, útiliðið fekk hinvegin nakrar støður, men tað endaði 1-1.

Harvið er Liverpool longu fýra stig aftanfyri Manchester City - hesi havi dystast um meistaraheitið tey flestu av teimum seinastu árunum. Nábúgvarnir hjá City liggja í løtuni til at dystast í botninum. Liðið hjá Ten Hag er aftast (0 stig og minus 5 í málúrttøku). Mánakvøldið bresta United og Liverpool saman á Old Trafford.

1. Manchester City 6 stig 
2. Arsenal 4 stig
3. Brentford 4 stig
4. Tottenham 4 stig
5. Newcastle 4 stig
6. Leeds 4 stig
7. Chelsea 4 stig
8. Brighton 4 stig 
9. Aston Villa 3 stig
10. Nottingham Forrest 3 stig
11. Bournemouth 3 stig
12. Liverpool 2 stig
13. Fulham 2 stig
14. Wolves 1 stig
15. Leicester 1 stig
16. Crystal Palace 1 stig
17. Southampton 1 stig
18. Everton 0 stig
19. West Ham 0 stig
20. Mancester United 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder