Meistaraheitið í Onglandi er avgjørt. Tað var tað fyri viku síðani, tá Chelsea vann 2-1 á Manchester City á Stamford Bridge fyri viku síðani.
Les eisini:
Liverpool hevur vunnið Premier League
Hetta var staðfestingin, sum bíðað hevur verið eftir leingi. Liverpool hevur verið greitt besta liðið í Premier League. Í fjør var tað júst Liverpool, ið gav liðnum hjá Pep Guardiola grótharða kapping - liðini endaðu við ávíkavist 97 og 98 stigum.
Nú liðini hava sjey dystir eftir av hesum kappingarárinum, eru heili 23 stig á muni. Manchester City kann minka um munin í kvøld, men áðrenn fyrsta bríksl skulu teir í ljósabláum gera eina "Guard of Honour", so at Liverpool-leikararnir verða heiðraðir um meistarar. Soleiðis verður í restina av dystinum hjá liðnum hjá Klopp í ár, og tað er hóskandi, at liðið sum Liverpool
Dysturin sjálvur verður helst spennandi, hóast lítið ítøkiligt er uppá spæl. Stiagametið hjá City frá 2018 (100) er í vanda, og so er tað heiðurin. Liverpool vann 3-1, tá liðini hittust seinast - á Anfield í november 2019)
31. umfar í Premier League
Í kvøld:
18.00: Sheffield United - Tottenham
20.15: Manchester City - Liverpool
Í gjár:
Arsenal – Norwich 4-0
Bournemouth – Newcastle 1-4
Everton – Leicester 2-1
West Ham – Chelsea 3-2
Týsdagin 30/6:
Brighton - Manchester United 0-3
Mánadagin 29/6:
Crystal Palace - Burnley 0-1
Sunnudagin 28/6:
Watford - Southampton 1-3
Leygardagin 27/6:
Aston Villa - Wolves 0-1
Støðan:
1. Liverpool 86
2. Manchester City 63 *
3. Leicester 55
4. Chelsea 54
5. Manchester United 52
6. Wolves 52
7. Arsenal 46
8. Tottenham 45 *
9. Burnley 45
10. Sheffield United 44 *
11. Everton 44
12. Crystal Palace 42
13. Newcastle 42
14. Southampton 40
15. Brighton 33
16. West Ham 30
17. Watford 28
18. Bournemouth 27
19. Aston Villa 27
20. Norwich 21
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald