Fótbóltur

Liverpool tryggjaði sær sigurin í evstu løtu

Roberto Firmino fekk Anfield at kóka av álvara, tá hann avgjørdi dystin móti PSG í yvirtíðini.

Liverpool vann 3-2 í einum sera góðum fótbóltsdysti á Anfield
(Mynd: EPA)

Liverpool vann 3-2 í einum sera góðum fótbóltsdysti á Anfield (Mynd: EPA)

2018-09-18 22:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu átta dystirnir í bólkaspælinum eru nú leiktir. Talan gjørdist um 21 mál og nógvan spenning kring Evropa.

Stórdysturin í kvøld var á Anfield, har eitt av finaluliðunum frá í fjør tók ímóti franska stórfelagnum PSG. Dysturin livdi í stóran mum upp til vónirnar; fimm mál, sein mál, inntensitetur og góður stemningur á leikvøllinum.  

Liverpool royndi at blása PSG um koll frá byrjan, og heimaliðið hevði millum annað eina røð av hornaspørkum. PSG kom betri inn í dystin, og fekk flutt bóltin runt og skapt nakrar støður. Men tað var heimaliðið, ið kom á odda, tá ein hálvur tími varð leiktur. Eftir eitt trýst á PSG-málið kom bólturin út til Andy Robertson, vinstri bakkurin legði sera væl innfyri, og mitt fyri málið kundi Daniel Sturridge stúta bóltin framvið Areola. Sturridge byrjaði inni ístaðin fyri Roberto Firmino, ið hevði ein snudd í eyganum.

Stutt eftir 1-0 málið gjørdi Juan Bernat eitt klossut og óneyðugt brotsspark móti Winjaldum, og James Milner var ísakaldur úr 11 metrum. Tað sá nú til, at Liverpool fór at rulla víðari, men útiliðið svaraði ístaðin aftur. Bólturin kom inn úr vinstru, heldur tilvardarligt datt bólturin til Thomas Meunier, og høgri bakkurin var knappur við vinstra beininum.

Útiliðið megnaði ikki at legga trýst á í 2.hálvleiki. Heldur var tað Liverpool, ið hevðir yvirtakið, og um tíman hevði Sturrigde ein risamøguleika at økja og gerast tvífaldur málskjútti. Heimaliðið fekk eisini eitt mál kolldømt beint frammanundan, tá Sturridge gjørdi fríspark móti málverjanum.

Burtur úr ongum javnaði PSG í 83.minutti. Salah blakaði bóltin vekk á egnari hálvu, Neymar dró við bóltinum, prikaði til Mbappé, ið var tryggur. Men heimaliðið svaraði aftur, og í yvritíðini helt Liverpool trýstið eftir eitt hornaspark. Bòlturin datt til innskifta Firmino, ið tók eitt trekk og smekkaði bóltin væl niður í longra hornið. Stór gleði á Anfield, og Liverpool hevur fingið eina frálíka byrjan uppá kappingarárið. Í hinum dystinum í bólkinum endaði tað heldur yvirraskandi við málleysum javnleiki, tá Napoli vitjaði í Beograd.
  
Í bólki A vunnu Atletico Madrid og Dortmund útisigrar. Her eru øll úrsltiini í kvøld:

Bólkur A: 
Monaco - Atletico Madrid 1-2 (1-2)
Club Brugge – Dortmund 0-1 (0-0)

Bólkur B:
Barcelona – PSV 4-0 (1-0)
Inter Milan – Tottenham 2-1 (0-0)

Bólkur C:
Liverpool – PSG 3-2 (3-2)
Reyða Stjørna – Napoli 0-0

Bólkur D:
Schalke – Porto 1-1 (0-0)
Galatasaray - Lokomotiv Moskva 3-0 (1-0)

Fyrr í kvøld var Lionel Messi framúr á Camp Nou og skoraði hattrik, meðan Tottenham misti sigurin í Milano. Les meira um teir dystirnar her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder