
Fyrstu dystirnir í Champions League eru nú leiktir. Talan var um dystir, ið byrjaðu klokkan 17.55. Hetta verður roynt fyri fyrstu ferð í ár.
Barcelona tók ímóti PSV Eindhoven á Camp Nou, og Tottenham var á vitjan í Milano, har Inter var vertur.
Í Barcelona vísti heimaliðið, við Messi á odda, klassan. PSV var annars væl við í 1.hálvleiki, har hollendska meistaraliðið hótti uppá umstillingar og deyðbóltar. Serliga var tað meksikanski Hirving Lozano, ið við sínari ferð og hegni var vandamikil. Tað var tó Barcelona, ið var omaná í spælinum, og skapti fleiri góðar støður í 1.hálvleiki. Tíggju minuttir fyri hálvleik var tað liðformaðurin, ið sló til. Talan var um eitt fríspark stutt uttanfyri brotsteigin, ið Messi hegnisliga setti niður í málhornið.
Dysturin varð avgjørdur, tá eitt korter var eftir. Ousmane Dembelé fekk bóltin inni á PSV-hálvuni, og hann tók sakina í egnar hendur, og skoraði eitt frálíkt mál. Tveir minuttir eftir hetta skoraði Messi aftur hegnisliga eftir gott upplegg frá Rakitic. Samuel Umtiti fekk sítt seinna gula kort í næsta álopið, men tað var Barcelona, ið økti til 4-0. Og tað var Messi, ið fekk sítt hattrik, tá argentinski gandakallurin var sera tryggur eftir upplegg frá Suarez. Ein sera góð byrjan hjá Barcelona í kappingini.
Tottenham hevði ein truplan útidyst, men liðið hjá Mauricio Pochettino var tætt við at fáa eitt sera gott úrslit, men seinastu løtuna rapaði alt.
Inter er aftur í Champions League, og heimaliðið var ágangandi í 1.hálvleiki og nærri við at skora enn Tottenham, ið tó hevði bóltin meira. Men fáar minuttir inn í 2.hálvleik var Christian Eriksen á blettinum. Danin skoraði heldur heppið, men útliðið bygdi uppá hetta, hevði gott tamarhald á eina løtu, og møguleika fyri at økja og harvið avgera dystin. Men Inter legði seg ikki so, og fimm minuttir fyri tíð heilfluktaði argentinski áleyparin og liðformaðurin, Mauro Icardi, bóltin í málið rá brotsteigarmarkinum. Eitt framúrskarandi mál.
1-1 var til at liva við hjá báðum liðunum, men Inter vildi hava meira og eftir eitt tungt trýst fekk heimaliðið løn fyri stríðið, tá miðvallarin Matias Vecino stútaði bóltin í málið í samband við eitt hornaspark til stóra frøi fyr tey flestu á Giupesse Meazza. Triðja tapið á rað hjá Spurs, meðan Inter er komin sera væl inn í kappingina.
Bólkur B:
Barcelona – PSV 4-0(1-0)
1-0 Lionel Messi
2-0 Ousmane Dembele
3-0 Lionel Messi
4-0 Lionel Messi
Inter – Tottenham 1-2(0-0)
0-1 Christian Eriksen
1-1 Mauro Icardi
1-2 Matias Vecino
20.00:
Bólkur A:
Monaco - Atletico Madrid
Club Brugge - Dortmund
Bólkur C:
Liverpool - PSG
Reyða Stjørna - Napoli
Bólkur D:
Schalke - Porto
Galatasaray - Lokomotiv Moskva
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald