Fótbóltur

Liverpool vann í dramatiskari grannauppgerð

Innskifti, Divock Origi, skoraði einsamalla málið á Anfield djúpt inni í yvirtíðini.

Liverpool-leikararnir fegnast eftir dramatiska málið
(Mynd: EPA)

Liverpool-leikararnir fegnast eftir dramatiska málið (Mynd: EPA)

2018-12-02 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liverpool og Everton hittust á Anfield í Merseyside-grannauppgerðini seint seinnapartin. Hóast einki mál kom í 95 minuttir, so var tað inntenst og til tíðir undirhaldandi.

Dysturin var merktur av nógvum nærdystum og stórum møguleikum. Serliga Liverpool hevði fleiri naskar royndir; Shaqiri var sera nær við í fyrra hálvleiki, men Jordan Pickford bjargaði væl. Mané var lívligur og eyðsýndur og kom í fleiri góðar støður. Everton hótti tó eisini nakrar ferðir, har Richarlison og Gylvi Sigurðsson vóru vandamiklir. 

Tað sá leingi út sum, at tað fór at enda málleyst, og at Liverpool fór at missa týðandi fet í oddinum. Heimaliðið royndi at leggja eitt trýst, og áðrenn 90 minuttir vóru farnir, var innskifti Divock Origi tættast uppá, tá hann misnýtti opnan møguleika í fimm-metrinum. 

Belgiski áleyparin fekk tó ein møguleika afturat; í seinasta minutti í yvirtíðini sendi heimaliðið alt fram, Virgil Van Dijk kiksaði sítt skot, men enski landsliðsmálverjin gav Liverpool eina gávu; Pickford sló bóltin út í spæl ístaðin fyri at lata hann detta niður á nettakið ella vippað bóltin uppum. Origi var til reiðar og prikaði bóltin í málið, og so var sera stór frøi á honum, Klopp og næstan øllum Anfield.

Ein sera týðandi seigur hjá Liverpool í grannauppgerðini og fyri oddastríðið. Súrt fyri Everton, ið var í einum góðum stima undan dystinum.

Liverpool - Everton 1-0 (0-0)
1-0 96.min: Divick Origi

Støðan í oddinum eftir 14. umfar: 
Manchester City 38 
Liverpool 36
Chelsea 31 
Arsenal 30 
Tottenham 30 
Everton 22 


15. umfar verður leikt mitt í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder