Fótbóltur

Liverpool vann tepurt í Amsterdam

Bayern heldur fram í sama stíli, Real Madrid tapti á heimavølli, og FC Midtjylland hevði ongan møguleika í sínum fyrsta Champions League bólkaspælsdysti.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-10-22 16:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta dystir í 1. umfari í Champions League bólkaspælinum vórðu leiktir í gjárkvøldið - teir fyrstu átta vóru týskvøldið

Liverpool, uttan millum annað Allison, Van Dijk og Thiago, vann tepurt á Ajax. Málið kom tíggju minuttir fyri steðgin, og talan var um sjálvmál. Hin dysturin í bólkinum endaði við greiðum útisigri. FC Midtjylland varð útspælt á MCH Arena, har Føroyar spældu fyri tveimum vikum síðani, og har álopsmaksinan hjá Atalanta koyrdi væl í 1. hálvleiki í gjár.

Estadio Alfredo di Stéfano var karmur um eitt úrslit, ið loypti hvøkk á. Tað liggur í Valdebebas, uttanfyri Madrid har venjingarmiðstøðin hjá Real Madrid er. Har spælir kongafelagið í løtuni sínar heimadystir - Santiago Bernabeu er undir umbygging. Shakthtar vitjaði har í gjár og skoraði trý mál seinasta korterið í 1. hálvleiki. Hóast Luka Modric og júst innskifti Vinicius Junior skoraðu í 2. hálvleiki, so var tað ikki nóg mikið - heimaliðið fekk eitt mál kolldømt fyri rangstøðu í yvirtíðini. Í Milano skoraði Romelu Lukaku tvey mál, men tað var ikki nóg mikið fyri Inter at vinna dystin. Harvið er Shakhtar á odda í bólkinum. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]
(Myndir: EPA)

Í august vann Bayern Champions League á sannførandi hátt, og liðið hjá Hans-Dieter Flick sær út til at halda fram við sama lag. Sterka verjueindin hjá Diego Simeone megnaði als ikki at standa ímóti á Allianz Arena í gjár - Kingsley Coman, ið avgjørdi Champions League finaluna, skoraði tvey mál, og Bayern skoraði fýra.

[object Object]
Málskjúttarnir í München í gjár (Mynd: EPA)

Ein av fyrrverandi venjarunum hjá Bayern, Pep Guardiola, fekk trý stig í gjár. Porto legði seg á odda í Manchester, men síðani skoraði heimaliðið tríggjar ferðir.

2. umfar verður longu í næstu viku.

1. umfar í Champions League

Bólkur A: 
Salzburg - Lokomotiv Moskva 2-2 (1-1)
Bayern München - Atletico Madrid 4-0 (2-0)

Bólkur B: 
Real Madrid - Shakhtar Donetsk 2-3 (0-3)
Inter Milan - Borussia Mönchengladbach 2-2 (2-2)

Bólkur C: 
Manchester City - FC Porto 3-1 (1-1)
Olympiakos - Marseille 1-0 (0-0)

Bólkur D: 
Ajax - Liverpool 0-1 (0-0)
FC Midtjylland - Atalanta 0-4 (0-3)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder