Átta dystir í fyrsta umfari av bólkaspælinum í Champions League varð leikt í gjárkvøldið.
Bólkur F:
Zenit - Club Brügge 1-2 (0-0)
Lazio - Borussia Dortmund 3-1 (2-0)
Tað var heldur óvæntað, at belgisku meistararnir sluppu úr Russlandi við trimum stigum. Tað var 19-ára gamli Charles de Ketelaere, ið syrgdi fyri hesum við máli í 93. minutti. Í Rom spældi Lazio sín fyrsta dyst í einum Champions League-bólkaspæli síðani desember 2007. Tað eydnaðist eisini eldur óvæntað at vinna á Dortmund. Erling Håland fekk, sjálvandi, eitt mál, men tað var til 2-1 og løtu seinni varð 3-1.
Bólkur G:
Dynamo Kiev - Juventus 0-2 (0-0)
Barcelona - Ferencvaros 5-1 (5-1)
Favorittarnir løgdu út við at vinna. Juventus var uttan millum annað koronarakta Cristiano Ronaldo í Kiev, og royndi verjuleikarin Georgio Chiellini noyddist út við skaða í 1. hálvleiki. Alvaro Morata syrgdi tó fyri, at Juventus fekk tvey mál í 2. hálvleiki og harvið øll trý stigini. Í Barcelona setti Lionel Messi gongd í við brotssparki, og hóast Gerard Pique varð útvístur fyri at gera brotsspark miðskeiðis í 2. hálvleiki, so endaði tað við stórsigri til heimaliðið.
Bólkur E:
Chelsea - Sevilla 0-0
Rennes - Krasnodar 1-1 (0-0)
Á Stamford Bridge hendi ikki so nógv, tá vinnararnir av Europa League vitjaði, og favorittarnir at koma víðari í bólkinum fingu eitt stig hvør. Tað gjørdu Rennes og Krasnodar, ið ikki plaga at vera við í bólkaspælinum, eisini.
Bólkur H:
PSG - Manchester United 1-2 (0-1)
RB Leipzig - Istanbul Basaksehir 2-0 (2-0)
Størsti dysturin í gjárkvøldið varð leiktur í París. Har var United omaná, tá samanukom og eisini nakað meira vandamikið í einum annars jøvnum dysti. PSG var favorittur, og David De Gea var eisini noyddur at gera tvær góðar bjarginar. Tað var tó 1-0 til gestirnar í steðginum. Martial fór umkoll í brotsteignum miðskeiðis í hálvleikinum, Navas bjargaði royndini frá Burno Fernandes úr ellivu metrum men varð dømdur fyri at vera av mállinjuni áðrenn skotið. Seinnu ferðina eydnaðist betri hjá miðvallaranum úr Portugal, sum í gjárkvøldið var liðformaður hjá United - Harry Maguire var ikki við vegna skaða.
PSG sá betri út frá byrjan av í 2. hálvleiki, og tað varð 1-1, tá Martial gjørdi sjálvmál tíggju minuttir eftir steðgin. Dysturin bylgjaði eina løtu aftur og fram, og tað var undirhaldandi, men so tóku menninir hjá Solskjær yvir, og tað var ikki óuppiborið, at tað bleiv 2-0. Tað var í 87. minutti, at innskifti Paul Pogba fekk fatur á bóltinum tætt við PSG-brotsteigin, spældi til Marcus Rashford sum av brotsteigarmarkinum smekkaði til, og bólturin fór í málið umvegis stólpan. Verjan hjá heimaliðnum var lítið ágangandi í støðuni, og United fór avstað við sigrinum - júst sum í áttandapartsfinaluni í í fjør, tá Rashford eisini avgjørdi dystin.
Í Leipzig skoraði spanski vongbakkurin Angelino tvær ferðir í 1. hálvleiki, tá eitt av hálvfinaluliðunum frá í fjør vann trygt.
Í kvøld verða aftur átta dystir leiktir, har tað millum annað kann gerast áhugavert í München og Amsterdam. FC Midtjylland skal eisini royna seg.
Bólkur A:
(17.55): Salzburg - Lokomotiv Moskva
(20.00): Bayern München - Atletico Madrid
Bólkur B:
(17.55): Real Madrid - Shakhtar Donetsk
(20.00): Inter Milan - Borussia Mönchengladbach
Bólkur C:
20.00: Manchester City - FC Porto
Olympiakos - Marseille
Bólkur D:
20.00: Ajax - Liverpool
FC Midtjylland - Atalanta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald