Føroyska badmintonlandsliðið er hetta vikuskiftið til Small States kapping á Kypros.
Sí eisini: Landsliðið til altjóða kapping á Kýpros
Lagt varð fyri móti Liktenstein, og har vunnu Føroyar greitt. Føroyar vunnu 5-0 í dag, boðar Badmintonssamband Føroya frá.
Harvið vunnu allir føroysku spælararnir. Hetta var fyrsti landsdystur við Wong sum landsliðsvenjara.
Ísland vann eisini sín dyst ímóti Liktenstein í dag 5-0. Tí verður tað spennandi og avgerandi, hvørt føroyska landsliðið vinnur seinna dystin í bólkaspælinum - hann verður móti Íslandi í morginárini, leygardagin, klokkan 8.
Myndir: Badmintonssamband Føroya
Landsliðið: Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF), Lena Maria Joensen (KBF) og Miriam í Grótinum (HBF/KBK í DK), Sanna Thorkildshøj, Mia Thorkildshøj, Jónas Djurhuus (HBF/KBK), Rúni Øster (HBF/KBK), Árant á Mýrini (MBF/ABC Aalborg), Magnus Dal Christiansen (HBF/Drive Frederiksberg) og Christian Berg Petersen (HBF).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald