KÍ livir enn í Champions League. Tað hava mál frá Árna Frederiksberg og gróthart arbeiði í Svøríki syrgt fyri.
Heimaliðið legði seg á odda ógvuliga tíðliga í seinna hálvleiki, men stutt seinni fekk KÍ fríspark til vinstru. Øll væntaði, at Árni fór at leggja innfyri, men við sínum frálíka vinstra beinið snýtti hann Peter Abrahamsson; bólturin sníkti seg innum málstólpan.
Árni eftir fyrra málið (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Luc Kassi hevur síðani rakt bæði stongina og yvirleggjaran, og harvið hevur KÍ verið nærri við at avgera hetta. Tað skal tó avgerast í longdari leiktíð - og møguliga við brotssparkskapping.
Les um fyrra hálvleik her
Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Bravida Arena, mikudagin
BK Häcken - KÍ (1-1)
17' Árni Frederiksberg (Luc Kassi) 0-1
24' Tobias Sana 1-1
49' Amor Layouni 1-2
55' Árni Frederiksberg (Luc Kassi) 2-2
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg – Luc Kassi
Hesir eru komnir inn: Heini Vatnsdal, Patrick da Silva og Hallur Hansson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald