Alt sá út til at vera so gott sum avgjørt, tá Trúgvi Hávardsson økti til 31-28, men Føroyar hildu ikki fast.
Egyptaland minkaði, málverjin stórbjargaði síðani, egyptar fingu brotsskast og mál - og Føroyar útvísing - og síðani tveitti Óli Mittún bóltin burtur við fimm sekundum eftir.
Tað revsaði Egyptaland við kassa eitt, og nú er longd leiktíð: Tvær ferðir fimm minuttir.
Les meira um fyrra hálvleik her
HM-fjórðingsfinala (U19)
Varazdin Arena, 10.08
Føroyar - Egyptaland 31-31 (13-13)
Føroyskir málskjúttar:
Óli Mittún 10
Ísak Vedelsbøl 6
Trúgvi Hávardsson 4
Niklas Gaard 4
Búi Djurhuus Poulsen 3
Rókur Ziskason 2
Jákup Egholm 1
Dystargongdin:
5.min: 2-0
10 min: 2-3
15 min: 6-6
20 min: 7-9
25 min: 9-11
30 min: 13-13
35 min: 16-15
40 min: 19-19
45 min: 23-23
50 min: 25-25
55 min: 28-27
60 min: 31-31
Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok 14
Útvísingar:
Føroyar: 4
Egyptaland: 7
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald