Hondbóltur

Gysari í fjórðingsfinaluni

Egyptaland var eina løtu á odda við trimum málum, men føroyska liðið hevði ein góðan endaspurt fyri steðgin og skoraði, tá tíðin var farin.

Føroyingarnir hava javnað aftur - millum annað takkað verið strandingunum Búa Djurhuus Poulsen (t.v.) og Trúgva Hávardsson (mitt í) - Mynd: Egin Tollaksson Kass

Føroyingarnir hava javnað aftur - millum annað takkað verið strandingunum Búa Djurhuus Poulsen (t.v.) og Trúgva Hávardsson (mitt í) - Mynd: Egin Tollaksson Kass

2023-08-10 12:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Strandingurin Búi Poulsen, størsti maðurin á liðnum, skoraði við frekum skoti uppum manngarðin, tá tíðin í 1. hálvleiki var farin. Harvið javnaði hann til 13-13, og ein situr við kensluni av, at hvørt mál er uppaftur meira virðismikið í hesari tøttu fjórðingsfinaluni.

Málið fullførdi eisini vendu gongdina hjá Føroyum seinasta partin av hálvleiki. Egyptaland var annars á odda við 2-3 málum ein part av seinna helmingini av hálvleikinum, men síðani hava okkara fingið loyst upp fyri heldur stirvna álopsspælinum, ið tykiskt merkt eitt sindur av nervum, og at Egyptaland hevur mansvart Óla Mittún eina góða løtu. Hetta hevur kviki Trúgvi Hávardsson millum annað syrgt fyri við áræði og góðum fríspælingum. 7 móti 6-spælið hevur verið gott og umráðandi.

Verjuparturin byrjaði ógvuliga væl í Varazdin - Egyptaland skoraði ikki fyrstu seks minuttirnar og hevur sum heild verið góður. Eisini við fleiri bjargingum frá Sasha í málinum.

Tað er púra javnt og - ov - spennandi her í HM-fjórðingsfinaluni. Dysturin kann stroymast her. 


HM-fjórðingsfinala (U19)
Varazdin Arena, 10.08
Føroyar - Egyptaland (13-13)

Føroyskir málskjúttar: 
Óli Mittún 6
Ísak Vedelsbøl 3
Búi Djurhuus Poulsen 2
Niklas Gaard 1
Rókur Ziskason 1

Brend skot: 8


Dystargongdin:
5.min: 2-0
10 min: 2-3
15 min: 6-6
20 min: 7-9
25 min: 9-11
30 min: 13-13

Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok 

Útvísingar:
Føroyar: 1
Egyptaland: 4

Tekniskar villur:
Føroyar: 5
Egyptaland: 6

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder