Fótbóltur

Lutakastið verður í kvøld

Í 3-2 í sjónvarpinum í kvøld fer greiða at fáast á, hvussu spælast skal í undanumfarinum og 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið.

2022-03-28 15:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Sunnudagin 3. apríl verður sjøtul settur á kappingina um Løgmanssteypið 2022. Fyrst á skránni eru dystirnir í undanumfarinum, og smáar tvær vikur seinni, hósdagin 14. apríl, sum er skírishósdagur, verður 1. umfar í kappingini spælt.

Lutakast um, hvussu spælast skal í undanumfarinum og 1. umfari verður í 3-2 í sjónvarpinum í kvøld, sum byrjar beint eftir Dag og Viku.

Liðini í undanumfarinum eru FC Hoyvík, FC Suðuroy, MB og Royn.

Finalan í fjør var millum B36 og NSÍ. Eftir 90 minuttir stóð á jøvnum 1-1, og tí mátti longd leiktíð og brotssparkskapping til, áðrenn B36, sum dróg longra stráðið í brotssparkskappingini, kundi taka ímóti Løgmanssteypinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder