Annað

Magnus Carlsen framvegis heimsmeistari

Vann eisini triðja kviktalvið á Caruana.

Magnus Carlsen hevur nú vart heimsmeistaraheitið á triðja sinni. Myndin er frá HM-kappingini í 2016 (Savnsmynd: EPA)

Magnus Carlsen hevur nú vart heimsmeistaraheitið á triðja sinni. Myndin er frá HM-kappingini í 2016 (Savnsmynd: EPA)

2018-11-28 18:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðmaðurin Magnus Carlsen er framhaldandi heimsmeistari í talvi í minst tvey ár afturat.

Avbjóðarin, amerikanarin Fabiano Caruana, megnaði ikki at basa sterka norðmanninum í umspælinum í dag eftir at tey fyrstu 12 talvini endaðu við javnleiki, remis.

Í dag var so farið undir kviktalv. Tann, ið var best av fýra talvum, kundi kalla seg heimsmeistari. Og Magnus vann trý tey fyrstu talvini, og endurvann sostatt heimsmeistaraheitið.

Í triðja talvinum var nóg mikið hjá Magnusi at telva javnt fyri at kunna gerast heimsmeistari. Men tað vísti seg, at hann útspældi Caruana eftir 51 leikum. Tá hevði tað eydnast Magnusi at fáa finnuna á c-linjuni heilt upp, so hon kundi býtast við frúgv, og harvið hevði hann tvær frýr á borðinum, sum ikki er heilt vanligt í talvi.

Við so stórari yvirvág, var ikki annað at gera hjá Fabiano Caruana enn at rætta hondina fram og ynskja Magnusi Carlsen til lukku við heimsmeistaraheitinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder