Heimasíðan hjá B36 boðar seinnapartin frá, at Magnus Holm Jacobsen er aftur í felagnum. 18-ára gamli leikarin skifti á augsut føroyskan fótbólt út við potugisiskan, men nú skal hann aftur spæla í Betrideildini.
Magnus hevur verið sáttmálabundin til Pacos De Ferreira. Evnaríki miðvallarin spældi við U19-liðnum hjá felagnum og vandi við besta liðnum, ið spælir í næstfremstu røð í Portugal. Hann hevur nú valt at koma aftur til Føroyar og B36.
Í B36 eru tey sera fegin um at fáa Magnus Holm Jacobsen aftur. Hann hevur leikt 39 dystir fyri besta liðið hjá felagnum hóast sín unga aldur. Tekniskt sterki leikarin hevur eisini leikt eina rúgvu av landsdystum: 19 á U17-landsliðnum, harav 3 í EM-endaspælinum í 2017, og 10 á U19.
Magnus og B36 hava gjørt sáttmála fyri 2019. Leikarin er á áskoðaraplássinum til Stórsteypadystin á Tòrsvølli í dag.
Keldur: b36.fo og faroesoccer.com
Fótbóltur
Magnus Holm Jacobsen komin heim til B36
Ungi miðvallarin er aftur í ártalsfelagnum eftir eitt hálvt ár í Portugal.
2019-03-03 17:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald