Fótbóltur

Mahrez avgjørdi á Wembley

Tottenham er dottið nakað afturum fremstu liðini; City er framvegis ósigrað.

Harry Kane og Tottenham megnaðu ikki at gera nakað við Manchester City í kvøld
(Mynd: EPA)

Harry Kane og Tottenham megnaðu ikki at gera nakað við Manchester City í kvøld (Mynd: EPA)

2018-10-29 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Manchester City vann í kvøld tepran sigur í London í seinasta dystinum í 10.umfarið. Við sigrinum koma meistararnir aftur upp á 1. plássið í Premier League. 

Tað gjørdist ongantíð nakar framúr fótbóltsdystur á Wembley í kvøld. Undirlagið var ávirkað av NFL-dystinum, ið varð leiktur í gjár; bólturin hoppaði løtt, undirlagið var heldur óslætt og runut í støðum. Liðini royndu tó at spæla flótandi fótbólt, og hetta eyndaðist betri hjá City. Liðið hjá Pep Guardiola var sum heild omaná, og kundi og burdi helst havt lukkað dystin heilt. 

Einsamalla málið kom longu í 6. minutti, tá Riyad Mahrez sló til fyri útiliðið. Tottenham hevði ein stóran møguleika í hvøjrum hálvleiki. Í 1. hálvleiki gjørdist Harry Kane púra fríur við Ederson, men trekkið gjørdist ov langt. í 79. minutti vann Dele Alli bóltin væl, spældi yvirum til ein leysan Lamela, ið avsluttaði illa. Bæði Alli og Eriksen komu inn í 2.hálvleiki; miðvallararnir hava darvast við skaða.

Tottenham er nú fimm stig aftanfyri oddaliðini. 

Støðan í oddinum: 
Manchester City 26 (10 dystir)
Liverpool 26 (10 dystir)

Chelsea 24 (10 dystir)
Arsenal 22 (10 dystir)
Tottenham 21 (10 dystir) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder