Javnleikur var ikki heilt nøktandi fyri hvørgan av liðunum, men tey sum hava heimstað í sunnara skýlinum í Gundadali, kundu brúka stigdeildingina í kvøld til meira. Hetta kann sigast, bæði í mun til hvussu stigatalvan sær út, og hvussu dystargongdin var. Teir reyð-svørtu høvdu fleiri málmøguleikar og støður, men tað rakk ikki til ein sigur, og HB er eitt stig aftanfyri og hevur tveir dystir fleiri enn KÍ og NSÍ, ein fleiri enn grannarnar og eins nógvar dystir sum Víkingur.
Hjá B36 var Erling Dávidsson aftur eftir leikbann, og Hannes Agnarsson var í byrjanaruppstillingini á fyrsta sinni í ár. Símun Samuelsen hevði leikbann, men Teitur Matras Gestsson var tøkur aftur. René Shaki Joensen var ikki við frá byrjan hesaferð, men meira yvirraskandi var tað, at liðformaðurin, Jógvan Rói Davidsen, eisini byrjaði á bonkinum.
(Símun Samuelsen noyddist at hyggja at uttanfyri girðingina í kvøld - Mynd: Sverri Egholm)
(Sera skjóti Hannes Agnarsson byrjaði inni fyri B36 - Mynd: Sverri Egholm)
Liðini byrjaði heldur varið, og ikki so nógv ferð var á dystinum fyrstu løtuna. HB setti set tó væl á tað og vísti gott spæl. Nakrar góðar støður spældi liðið seg tol, men tað var eftor eitt frísparksinnlegg at Brynjar Hloðversson gjørdist púra fríur, men onkrusvegna megnaði hann ikki at raka málið. Hetta var størsti møguleikin í dystinum.
("Binni" var liðformaður hjá HB í kvøld, og íslendingurin var sera nær við at leggja HB á odda tíðliga - Mynd: Sverri Egholm)
Sum hálvleikurin leið kom meira lív og inntensitetur í. Tað mesta hendi innan tveir minuttir: Fyrst fekk B36 eitt mál kolldømt í samband við eitt frísparksinnlegg, síðani fór Pætur Petersen umkoll við brotsteigarmarkið einsamallur við málverjanum, og minuttin eftir varð rok, tá Magnus Holm Jacobsen fekk gult kort fyri eina harða takkling - HB'arnir vórðu ónøgdir, men eins ov við støðunum frammanundan, so tykist avgerðin hjá dómaratoyminum at vera heilt í lagið. Hetta var eisini einasta løtan, har tað gjørdist ordliga heitt í Gundadali.
(Eins og vanligt er í grannuppgerðini í Gundadali gjørdist menn heitir í løtum - Mynd: Sverri Egholm)
B36 hevði heldur ilt við at fáa sítt spæl at koyra men kom betri við í 2. hálvleiki. Tó var tað framvegis HB, ið tyktist at hava meira yvirskot og søkti meira eftir sigrinum. Men tað var eisini eyðsæð, at javnleikurin ikki var nakað, ið var eitt vánaligt úrslit fyri liðini. Føroyameistararnir vóru nærri við at avgera dystin, tá Adrian Justinussen rakti samankomingina.
HB vann grannauppgerð nummar tvey og trý í fjør, B36 vann tí fyrstu í ár, men í kvøld endaði tað, eins og í flestu førum tá grannarnir hava hittst seinastu árini, við javnleiki. B36 hevur nú EB/Streym og TB á heimavølli komandi dystirnar, meðan HB spælir sera týðandi uppgerð ímóti NSÍ í Runavík sunnudagin.
Betrideildin 17.umfar
Gundadalur, 05.08
HB - B36 0-0
HB: Teitur Matras Gestsson - Hørður H. Askham, Bartal Wardum, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Tróndur Jensen, Brynjar Hlöðversson (L) - Adrian R. Justinussen, Dan í Soylu ('73 René Shaki Joensen), Pætur J. Petersen (86' Daniel Johansen) - Ari Mohr Olsen (87' Sebastien Pingel)
Gult kort: Brynjar Hlöðversson
Venjari: Heimir Guðjónsson
B36: Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen (74' Bjarni Petersen), Erling Dávidsson, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen - Árni Frederiksberg, Hannes Agnarsson (46' Benjamin Heinesen), Stefan Radosavljevic (71' Michal Pryzbylski)
Gult kort: Magnus Holm Jacobsen
Venjari: Jákup á Borg
Støðan í Betrildeildini:
1. KÍ (35 stig) 15 dystir
2. NSÍ (35 stig) 15 dystir
3. Víkingur (35 stig) 17 dystir
4. B36 (35 stig) 15 dystir
5. HB (34 stig) 17 dystir
6. Skála (21 stig) 17 dystir
7. TB (18 stig) 17 dystir
8. EB/Streymur (9 stig) 17 dystir
9. AB (8 stig) 17 dystir
10. ÍF (5 stig) 17 dystir
Fótbóltur
Málleysir grannar
HB var nærri við, men grannafeløgini í høvuðsstaðnum gjørdu aftur tað, sum tey hava gjørt mest av í innanhýsis dystum seinastu árini: Spældu javnleik.
Føroyameistararnir irðaðu seg nakað meira í Gundadali í kvøld - Mynd: Sverri Egholm
2019-08-05 22:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald