Fótbóltur

Málleyst á Svangaskarði hóast nógvar málmøguleikar

NSÍ var fleiri ferðir nær við ímóti Ballymena, men hóast stóra yvirvág eru runavíkingar úti av Europa League.

Pól Jóhannus Justinussen og NSÍ høvdu møguleikarnar á Svangaskarði í kvøld, men effektiviteturin manglaði - Mynd: Olaf Olsen

Pól Jóhannus Justinussen og NSÍ høvdu møguleikarnar á Svangaskarði í kvøld, men effektiviteturin manglaði - Mynd: Olaf Olsen

2019-07-04 20:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ skuldi í kvøld skora minst tvær ferðir fyri at hava møguleikan at koma víðari úr undanumfarinum í Europa League og harvið spæla seg víðari í Evropa fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Í mjørkanum á Svangaskarði høvdu teir í gulum og svørtum eisini nógvar góðar møguleikar, har summir vóru risastórir. Tað endaði tó málleyst, og harvið er NSÍ úti av Europa League. 

Eftir eina heldur róliga byrjan kom heimaliðið til nógvar góðar støður, sum hálvleikurin leið. Í 18. minutti hevði NSÍ ein trýfaldan møguleika. Fyrst kom Klæmint Andrasson Olsen í góða skotstøðu eftir gott forarbeiði frá Jann Benjaminsen. Skotið varð blokerað, men bólturin stakk út til vinstra bakkin Pætur Hentze sum royndi seg við langskoti, sum rakti yvirleggjaran. Aftur fingu runavíkingar fatur á bóltinum, ið síðani varð lyftur inn til Pól Jóhannus Justinussen, menstóri miðvallarin stútaði stutt uppum.

Fimm minuttir seinni hevði Klæmint góða roynd við stútara, ið fór stutt framvið. Fimm minuttir eftir hetta kom Petur Knudsen í sera góða støðu, men skotið av brotsteigarmarkinum fór mitt á málverjan. Uppaftur fimm minuttir seinni hevði Petur eina fína frísparksroynd.  

Í seinna hálvleiki stóð NSÍ á so at siga øllum. Ballymena miðaði ikki eftir at fáa eitt útivallarmál. Norðurírar hugsavnaðu seg um at halda leiðsluna, og tað var týðiligt at orkan hjá liðnum, ið ikki hevur spælt týdningarmiklar dystir síðani seinast í apríl, als ikki var tann sama sum hjá NSÍ. Trýstið vaks eisini frá runavíkingunum, og møguleikarnir vóru hvørki fáir ella smáir. 

Um miðjan 2. hálvleik hevði Petur Knudsen ein risamøguleika, tá málverjin hjá Ballymena ikki fekk boksað burtur, men Petur fekk ikki stýrt stútaranum í tóma málið. Nøkur innlegg vóru vandamikil, innskifti Øssur Dalbúð hevði púra frítt skot mitt fyri í brotstiginum, men skeyt langt uppum, eftir tvørsending úr høgru, dansaði bólturin runt inni í málteiginum, og eftir hornaspark fór stútari frá Pól Jóhannesi beint framvið. Tá NSÍ so fekk bóltin í málið, so var dømt fyri frísparki frammanundan. Hagtølini vísa 20 skotroyndir til heimaliðið, men hetta var ikki dagurin hjá NSÍ; seinasti neyvleikin manglaði tíverri. NSÍ fer harvið í summarferiu nú.


Europa League undanumfar - seinni dysturin
NSÍ - Ballymena United 0-0 - Samanlagt 0-2

NSÍ (4-3-3): 
Tórður Thomsen - Bárður J. Hansen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze (84' Óli H. Olsen) - Jann Martin Mortensen (63' Øssur Dalbúð), Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen - Jann J. Benjaminsen (74' Búi Egilsson), Klæmint A. Olsen (L), Petur Knudsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder