Fleiri føroyingar vóru í eldinum í næstbestu norsku deildini í gjárkvøldið. Teir flestu hittust í Bryne.
Rógvi Baldvinsson og Noah Mneney spældu allar 90 minuttirnar fyri heimaliðið, og Mikkjal Thomassen skifti Jóannes Bjartalíð inn tíggju minuttir eftir steðgin. Klaksvíkingurin er fyri stuttum komin aftur eftir skaða í fótinum. Hann fekk frísparkið, ið gav málið hjá Fredrikstad móti Mjøndalen fyri tíggju døgum síðani og hevði góða málroynd í málleysa javnleikinum móti Sandnes Ulf síðsta vikuskiftið - Gullbrandur Øregaard hjá Sandnes er skaddur.
Jóannes Bjartalíð fær fleiri og fleiri minuttir í Noregi - Brandur Hendriksson er framvegis ikki til reiðar at spæla (Mynd: Sverri Egholm)
Rógvi Baldvinsson og Bryne hildu málið reint móti Jóannesi, Mikkjali og Fredrikstad. Rógvi fekk gult kort í dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
Rógvi og Noah, ið spældu ávíkavist sum vinstri miðverji og verjukendur miðvallari, kundu fegnast um, at málið varð hildið reint. Bryne hevur nú spælt tríggjar javnleikir á rað - Noah Mneney var við til at tryggja stig í Sogndal leygardagin við sínum fyrsta máli fyri felagið. Liðið hevur seks stig fyri fimm dystir og er mitt á stigatalvuni.
Fredrikstad liggur á 3. plássið - eitt stig frá fyrsta plássinum. Talan er um ógvuliga javna deild. Liðið hjá Mikkjali Thomassen hevur ikki tapt enn og hevur bert latið eitt mál inn í fimm dystum - hinvegin eru bert trý mál skoraði. Í báðum førum er talan um lægsta tal í deildini.
Mjøndalen vann sín fyrsta dyst<
Tað hevur ikki gingið væl hjá Mjøndalen, ið hevur Meinhard Egilsson Olsen sum fastan mann. Higartil hevur Meinhard mest spælt á høgra bakki, men í gjár var álopskendi runavíkingurin á vonginum, har hann er mest vanur at spæla.
Mjøndalen var aftanfyri 2-1 á útivølli móti Jerv, tá eitt korter var eftir men megnaði at venda tí og fáa trý týdningarmikil stig. Mjøndalen hevur fýra stig fyri fimm dystir og er undir niðurflytingarstrikuni; tað er tó stutt upp til ovaru plássini.
Meinhard Egilsson kundi fegnast um trý stig í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Umfar er aftur um vikuskiftið. Leygardagin kl. 14 vitjar Bryne í Kristiansund, og Mjøndalen tekur ímóti KFUM Oslo. Eitt samdøgur seinni byrjar dysturin millum Fredrikstad og Skeid.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald