Fótbóltur

Málleyst í Gibraltar

Føroyar høvdu leikliga yvirvág og nakrar stórar møguleikar men livdu ikki upp til favorittleiklutin í venjingardystinum í kvøld.

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2022-03-26 19:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Søgan var á ávísan hátt tann sama, sum í fleiri av HM-undankappingardystinum í heyst: Liðið hjá Håkani Ericson hevði møguleikarnar at fáa meira burturúr, hvat úrslitið viðvíkur, enn hvat máltalvan at enda vísti. Hesaferð var tað tó ein heldur øðrvísi kensla enn móti til dømis Danmark, Eysturríki og Skotlandi á Tórsvølli, tá Føroyar ikki vóru í sama leikluti sum á serstaka staðnum í dag.

Ársins fyrsti dystur hjá A-landsliðnum við monnum varð tíðliga í kvøld leiktur á Victoria leikvøllinum beint við eyðkenda "Rock of Gibraltar". Heimaliðið liggur nummar 203 á FIFA styrkilistanum og er harvið styrkismett sum tað næstveikasta í Evropa. Nýggjasta UEFA-limalandið basti San Marino og Liktenstein, ið liggja ávíkavist niðast og triðniðast í Evropa - sambært úrslitunum seinastu árini - í stríðnum at koma upp í deild C í Nations League í 2020. 

Harvið var talan um tvey lið, ið skulu spæla har fyri fyrstu ferð, tá kappingin verður tikin uppaftur í summar. Dysturin í dag var ein umráðandi liður í fyrireikingini til kappingini, og tað varð greitt heilt skjótt, hvat av liðunum vildi og megnaði meira í mun til at skapa dystin. Men hóast føroyska yvirvág, so kom einki mál í fyrra hálvleiki. Tað var nær við í samband við nakrar deyðbóltsstøður og leysar bóltar eftir tær, og so høvdu René Shaki Joensen (skot av brotsteigarmarkinum) og Klæmint Andrasson Olsen (við stútara eftir gott innlegg frá Gilla Rólantssyni) royndir, ið fóru stutt framvið málinum.

Føroysku favorittarnir fingu heldur ikki hol á í 2. hálvleiki og heldur ikki heilt rútmu í spæli fyrrenn eina løtu móti endanum. Áðrenn tað var Gibraltar nær við tvær ferðir eftir kontraálop, men so hóttu okkara væl aftur seinasta korterið: Innskiftu Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð høvdu hvør sín stútara, sum fóru ávíkavist beint omanfyri og dygst framvið stólpanum við stuttum millumbili, síðani varð skot frá Jóannesi, eftir gott føroyskt álop, blokerað í fimm-metrinum, og tættast við sigursmál kom liðformaðurin Hallur Hansson, ið stutt fyri síðsta bríksl rakti stólpan.

Talan var um eitt vónbrot í mun til úrslitið, ið tó ikki hevur so nógv at siga í slíkum dystum, men nakað í mun til sytkismetingarog tann mentala partin. Tað eydnaðist ikki at seta spælið nóg væl upp í nøkrum pørtum, og tað gekk í løtum heldur seint hjá føroyingunum, ið høvdu bóltin nógv á turra graslíkisvøllinum. Teir á heimaliðnum hugsavnaðu seg mest um at verja og at bróta rútmuna í dystinum, og hetta eydnaðist í stóran mun. Tó skapti føroyska liðið nóg nógvar góðar málmøguleikar til, at ein sigur burdi verið komin í hús, men í minsta lagi fekk venjaratoymið roynt ymiskt ting - allar tær seks loyvdu útskiftingarnar vórðu nýttar.

Tá Føroyar og Gibraltar hittust í venjingardysti í 2014 á sama staði, vunnu Føroyar 4-1. Trý ár frammanundan taptu føroyingar tó 3-0 fyri Gibraltar, ið tá ikki var góðkent sum UEFA-limaland, og harvið var dysturin ikki alment skrásettur. Hetta merkir tó, at londini nú hava spælt tríggjar ferðir móti hvør øðrum, og at tað er endað við einum sigri hvør, umframt einum javnleiki.

Venjingarlegan í Marbella heldur fram hjá føroyska liðnum, ið spælir venjingardyst aftur týsdagin. Tá verður Liktinstein mótstøðuliðið. Tað var tað eisini á Tórsvølli í juni í fjør, tá Føroyar vunnu 5-1. Hesuferð verður tað í spanska býnum Pinatar, har avspark verður týskvøldið klokkan 16.

A-landsliðs venjingardystur
Victoria Stadium, Gibraltar - 26.03
Gibraltar - Føroyar 0-0

Føroyar (4-4-2): Gunnar Nielsen -  René Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður H. Askham, Viljormur Davidsen Gilli Rólantsson Sørensen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Meinhard Egilsson Olsen - Hallur Hansson (L), Klæmint Andrasson Olsen.

Jóannes Bjartalíð kom inn fyri Gilla Rólantsson beint eftir steðgin. Seinni komu Sonni Ragnar Nattestad, Petur Knudsen og Patrik Johannesen inn og síðani Daniel Johansen og Rógvi Baldvinsson

Á bonkinum uttan at koma inn: Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhague, Heri Hjalt Mohr. Heðin Hansen, Adrian Justinussen og Jákup Biskopstø Andreasen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder