Liverpool og Mancheter City hittust seint seinnpartin til oddabrak í Premier League. Undan dystinum vóru liðini jøvn í stigum og ósigraði. Men tað gjørdist ikki talan um nakað festfýrverkarí á Anfield í dag. Liðini høvdu lisið væl uppá hvønn annan, og tað vóru fáir málmøguleikar.
Heimaliðið var meira á bóltinum fyrstu løtuna, meðan City so líðandi tók yvir og søkti meira at, tó uttan at koma til meira enn nakrar støður. Tað hendi tó ikki nógv; meira lív kom í dystin í 2.hálvleiki.
Liðini skaptu framvegis ikki nógvar upplagdar málmøguleikar, men meira ferð kom á dystin. City var nærri við at avgera dystin; serliga tá fimm minuttir vóru eftir. Virgil Van Dijk feldi innskifta Leroy Sané, og so var brotsspark. Riyad Mahrez tók sær av tí, men kantsspælarin skeyt uppum.
Harvið eru bæði liðini ósigraði eftir átta dystir, og eru nú jøvn í stigum við Chelsea. Liðið hjá Maurizio Sarri var greitt omaná í Suður Onglandi og vann 3-0 á Southampton, har Eden Hazard enn einaferð gekk á odda.
Liverpool - Manchester City 0-0
Støðan í oddinum:
1.Manchester City 20
2.Chelsea 20
3.Liverpool 20
4.Arsenal 18
5.Tottenham 18
Fótbóltur
Málleyst í oddadystinum
Manchester City brendi brotsspark fimm minuttir fyri tíð á Anfield.
2018-10-07 19:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald