Fótbóltur

Málleyst í stórdystinum á Old Trafford

Tað taktiska og skaðar settu sín serliga dám á, tá United og Liverpool deildu stigini; eitt úrslit ið bæði liðini, kunnu brúka til nakað.

2019-02-24 16:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var lagt upp til eitt satt brak, tá Manchester United í dag tók ímóti Liverpool í 27. umfari í Premier League. Arvafíggindarnir hava hvør sítt mál: Liverpool fer eftir sínum fyrsta meistaraheiti í Premier Legue, meðan United stríðist við Arsenal og Chelsea um seinasta Champions League-plássið - liðið hjá Solskjær vildi eisini gjarna órógvað Liverpool í jagstran eftir at vinna deildina. Tað gjørdist ongantíð talan um nakran frálíkan fótbóltsdyst; til tað vóru liðini eitt sindur ov varin. Aðriri faktorar spældu eisini inn, og United og Liverpool góvu ikki nógv undirhald í dag.

Liverpool var omaná fyrstu løtuna, og søkti at málinum hjá De Gea við nógvari orku. Men liðið hjá Klopp gjørdist ikki heilt vandamikið, og tað var gjøgnumgangandi í uppgerðini. United var rárur gestur á seiansta triðinginum, men hevði tó bestu møguleikarnar fyri steðgin. Fyrst fann Lukaku væl Lingard eftir gott kontraálop, men Allison kom væl út, og fekk forða Lingard í at gera sum hann gjørdi á Anfield í desember. Lítla løtu seinni fekk Lukaku ein møguleikan í málteiginum, men belgiski áleyparin fekk ikki ferð á stútaran. Hetta skuldi vísa seg, at vera bestu møguleikarnir í dystinum.   

Fyrri hálvleikur var annars mest merktur av skaðum. Heimaliðið noyddist at nýta allar sínar útskiftingar fyri steðgin. Spaniólarnir Herrera og Mata noyddust út, tá hálvleikurin var hálvrunnin; tað var helst talan um vøddaskaðar. Afturvendi Lingard kom inn fyri Mata, men spældi bert tjúgu minuttir, og so argaði baklærið aftur. Marcus Rashford haltaði ígjøgnum tað mesta av dystinum orsakað av einari takkling inn á økilin, men noyddist at spæla ígjøgnum. United var eisini uttan Matic og Martial í dag. Liverpool skifti eisini út í 1. hálvleiki, tí Firmino beklaði. Hetta ávirkaði heilt greitt dystin. 

Seinni hálvleikur var eisini merktur av tí taktiska, og tað at liðini ikki satsaðu ov nógv. Sum dysturin leið sást veruliga, at bæði liðini vóru rímiliga væl nøgd við tað eina stigi - serliga heimaliðið, ið var nakað merkt av nógvu skaðunum. Liverpool hevði bóltin væl meira, men megnaði ikki at opna kompakta United-liðið upp. og hevi bert eitt skot uppá mál í dystin. Heimaliðið hevði bóltin í málinum hjá Liverpool, men Chris Smalling hevði vinstra fótin í rangstøðu. 

Liverpool er eitt stig frammanfyri City, men kann framvegis avgera sína egnu lagnu. United er nú eitt stig aftanfyri Arsenal, men hevur ikki tapt undir Solskjær. 

Arsenal kom uppá á 4. plássið við at vinna á heimavølli ímóti Southampton, ið stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. Bæði málini í London komu í 1. hálvleiki.

Manchester United - Liverpool 0-0 

Arsenal - Southampton 2-0 (2-0)
1-0 Alexandre Lacazette 
2-0 Henrikh Mkhitaryan

 Liverpool

 

66 stig

2

Manchester City

 

65 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

60 stig

4

Arsenal 

 

53 stig

5

Manchester United

 

52 stig

6

Chelsea 

 

50 stig

7

Watford 

 

40 stig

8

Wolverhampton

 

40 stig

9

West Ham 

 

36 stig

10

AFC Bournemouth

 

34 stig

11


Everton

 

33 stig

12

Leicester

 

32 stig

13

Crystal Palace

 

30 stig

14

Burnley

 

30 stig

15

Newcastle

 

28 stig

16

Brighton & Hove Albion

 

27 stig

17

Cardiff 

 

25 stig

18

Southampton

 

24 stig

19

Fulham 

 

17 stig

20

Huddersfield Town

 

11 stig

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder