Fótbóltur

Málmaðurin hjá Liverpool var orsøk til tapið

Adrián gav Atletico eitt mál og setti gongd á sponsku málveitsluna á Anfield.

Adrian (Mynd: EPA)

Adrian (Mynd: EPA)

2020-03-12 08:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Málmaðurin hjá Liverpool, spanski Adrián, stendur fyri skotum í bretsku miðlunum, eftir ósigurin í Champions League móti Atletico Madrid í gjárkvøldið.

Verandi meistararnir taptu 3-2 á heimavølli, og hetta var fyrsti ósigurin hjá Liverpool heima á Anfield í 43 dystum.

Liverpool var á odda 1-0 tá vanliga leiktíðin var av við einum máli, sum Georginio Wijnaldum skjeyt seint í fyrra hálvleiki. Við tað at úrslitið var júst tað sama, 1-0 til heimaliðið, sum í dystinum í Madrid, mátti longd leiktíð til.

Her legði Firmino Liverpool fram um 2-0, men so fór innskifti Marcos Llorente í gongd og skoraði tvær ferðir, áðrenn Alvaro Morata fullførdi eyðmýkingina við at skora til 3-2 til spanska liðið.

Og spyrt tú ensku miðlarnar, so var tað málverjin Adrian, sum var orsøkin til eyðmýkingina, tí hann nærmast gav spaniólum fyrsta málið.

Venjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp, var heldur ikki nøgdur við spanska eykamálverjan í sambandi við útjavningina, tá hann spældi bóltin í beinini hjá mótstøðuliðnum.

- Okkara einasta mistak var, at vit skoraðu okkara seinna mál ov seint. Mær dámdi okkara spæl, elskaði tað. Vit spældu fantastiskt. Men tað var ein avlevering, sum ikki riggaði. Eg elski drongin, men hann tók eina skriva avgerð. Tað gjørdist ov lætt hjá teimum at skora, segði Klopp.

Hann legði tó afturat, at tað er ikki málverjin, sum verður sagdur at vera orsøkin til, at Liverpool tapti.

Miðlarnir harafturímóti eru eirindaleysir móti Adrian, sum stóð í mál í gjárkvøldið fyri Alisson, sum er úti vegna skaða:

- Meistararnir Liverpool eru lidnir í Champions League orsaka av einum vanlukkuligum kiksara av málmanninum Adrian, skrivar BBC.

- Mistakið hjá Adrian setti gongd á eina spanska málveitslu, skrivar The Telegraph.

- Adrian gav Atletico fyrsta málið, skrivar Daily Mail.

- Mistakið hjá Adrian sendi Atletico víðari, skrivar Mirror.

Nú er Manchester City einasta enska liðið eftir í Champions League. Tottenham er útsligið, og ongar vónir eru til Chelsea, sum tapti 3-0 heima móti Bayern München í fyrsta dysti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder