Fótbóltur

Manchester City basti Arsenal

Manchester City vann 2-0 ímóti Arsenal.

2018-08-12 18:07 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í dag spældu Manchester City ímóti Arsenal á Emirates Stadion og Manchester vann dystin 2-0. Rahem Sterling og Berdardo Silva skutu málini. 

Sigast kann ikki annað enn at Manchester City, sum vann Premier League rættiliga greitt í fjørð, hevði uppiborið sigurin. Teir høvdu leikliga yvirváðina og fleiri kjansir enn mótstøðuliðið.  

Tveir aðrir dystir hava verið í bestu ensku fótbóltsdeildini í dag. Fyrr í dag vann Liverpool 4-0 á West Ham, meðan Southampton og Burnley spældu málleysan javnleik. 

Úrslitini í gjár:

Newcastle – Tottenham 1-2(1-2)

Bournemouth – Cardiff 2-0 (1-0)

Fulham – Crystal Palace 0-2 (0-1)

Huddersfield – Chelsea 0-3 (0-1)

Watford – Brighton 2-0 (1-0)

Wolves - Everton 2-2(1-1) 

 

Fríggjakvøldið vann Manchester United 2-1 á Leicester á Old Trafford

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder