Eftir javnleikin móti Liverpool á heimavølli og tapið fyri Tottenham tvær vikur seinni sá støðan hjá City ikki heilt so góð út í november. Men í teimum ellivu Premier League-dystunum síðani tá hava menninir hjá Guardiola ikki tapt, og bert tvey mál eru farin inn. John Stones og Ruben Dias hóska frálíka væl saman í miðverjuni, liðið er óguvliga væl skipað og effektivt og er nú á odda í Premier League.
Hetta kom uppá pláss við sannførandi sigri á útivølli í gjárkvøldið. West Bromwich fekk javnleik á Etihad mitt í desember, men í gjár var 4-0 í stegðinum - vælleikandi Ilkay Gundogan skoraði tvey mál - og eftir stegðin setti Raheem Sterling punktum.
Ilkay Gundogan hevur spælt heilt væl í seinastuni, og miðvallarin skoraði tvær ferðir í gjár (Mynd: EPA)
Í heilt góða tíðarskeiðnum hevur City eisini spælt seg í Carabao Cup finaluna og er favorittur at fara avstað við Premier League-heitinum. Nábúgvarnir hava møguleika at fara frammum aftur í kvøld, um tað eydnast at vinna heimadystin móti botnliðnum Sheffield United.
Tríggir aðrir dystir vórðu leiktir í gjár. Arsenal lønti í Southampton liðnum Ralph Hasenhüttl aftur. Southampton sendi leygardagin Arsenal út av FA Cup, ið liðið hjá Arteta vann í fjør, og heimaliðið kom eisini á odda næstan beinanvegin í gjár. Men Arsenal svaraði aftur og vann 3-1.
Arteta og hansara menn eru í ovaru hálvu av stigatalvuni nú (Mynd: EPA)
David Moyes hevur nógv at fegnast um í løtuni (Mynd: EPA)
David Moyes og hansara menn eru í løtuni á fjórða plássi. Hetta er greitt eftir 3-2 sigur í London-uppgerðini móti Crystal Palace - tann fjórða á rað hjá West Ham. Kekkisi Tomas Soucek skoraði tvær ferðir.
Í Newcastle vann Leeds sín fyrsta dyst í 2021.
Premier League
Týsdagin 26.01
West Bromwich - Manchester City 0-5 (0-4)
Southampton - Arsenal 1-3 (1-2)
Crystal Palace - West Ham 2-3 (1-2)
Newcastle - Leeds 1-2 (1-2)
Mikudagin 27.01
18.30: Burnley - Aston Villa
Chelsea - Wolves
19.30: Brighton - Fulham
20.15: Everton - Leicester
Manchester United - Sheffield United
Hósdagin 28.01
20.00: Tottenham - Liverpool
Støðan
1. Manchester City 41 stig (19 dystir)
2. Manchester United 40 stig (19 dystir)
3. Leicester 38 stig (19 dystir)
4. West Ham 35 stig (20 dystir)
5. Liverpool 34 stig (19 dystir)
6. Tottenham 33 stig (18 dystir)
7. Everton 32 stig (17 dystir)
8. Arsenal 30 stig (20 dystir)
9. Chelsea 29 stig (19 dystir)
10. Southampton 29 stig (19 dystir)
11. Aston Villa 26 stig (16 dystir)
12. Leeds 26 stig (19 dystir)
13. Crystal Palace 23 stig (19 dystir)
14. Wolves 22 stig (19 dystir)
15. Newcastle 20 stig (19 dystir)
16. Burnley 19 stig (18 dystir)
17. Brighton 17 stig (19 dystir)
18. Fulham 12 stig (18 dystir)
19. West Bromwich 11 stig (20 dystir)
20. Sheffield United 5 stig (18 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald