Í gjárkvøldið var fyrsti dystur í 14. umfarið í Premier League. Uppflytaraliðini, Cardiff og Wolves, hittust í Wales. Cardiff vann ein sera týdningarmiklan sigur og kom uppum strikuna. Wolves kom annars á odda í 1. hálvleiki, men mál frá Aroni Gunnarssyni og Junior Holiett í 2. hálvleiki tryggjaði heimaliðnum trý stig.
Í dag verða seks dystir leiktir:
15.00: Crystal Palace - Burnley
Huddersfield - Brighton
Leicester - Watford
Manchester City - Bournemouth (TV3 +)
Newcastle - West Ham
17.30: Southampton - Manchester United (TV3 Max)
Manchester City er oddalið, og kann leggja seg fimm stig framum Liverpool og sjey framum Tottenham, um liðið hjá Pep Guardiola sum væntað vinnur á heimavølli á Bournemouth í dag. Liverpool og Tottenham hava bæði truplar grannauppgerðir í morgin móti ávíkavist Everton og Arsenal.
Manchester United hevur sjey stig upp til fjórða plássið, og leitar í løtuni eftir rætta leistinum. Í dag er liðið hjá Mourinho á vitjan í Suðurongland hjá formveika Southampton, ið liggur undir strikuni. Ein sigur er ógvuliga týdningarmikil fyri United.
Bæði í dystinum Palace - Burnley og í Newcastle - West Ham er nógv uppá spæl í mun til botnstríðið.
Fótbóltur
Manchester City kann leggja trýst á hini oddaliðini
City er aftur stórfavorittur í dag; grannarnir hava harðliga tørv á trimum stigum. Seks Premier League-dystir eru á skránni í dag.
Manchester City, sum spældi 2-2 javnleik í Lyon týskvøldið, kann í dag vinna sjeynda sigurin á rað í Premier League (Mynd: EPA)
2018-12-01 13:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald