Fótbóltur

Manchester City kunnu verða útistongdir frá Champions League

Felagið er ákært fyri ikki at halda fíggjarligu Fair Play reglurnar.

2018-12-04 11:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í farna mánað avdúkaði Football Leaks, at Manchester City hevur blást upp sínar inntøkur frá stuðulsavtalum, fyri at uppfylla reglurnar hjá UEFA um fíggjarliga javnvág.

Manchester City hevur fyrr havt trupulleikar við hesum, men gjørdist í 2014 samd við UEFA um at gjalda eina bót á 49 mió. pund. Men nú hesar nýggju upplýsingar eru komnar undan kavi, opnaði UEFA aftur sakina.

Forsetin í UEFA, Aleksadner Ceferin, segði sunnudagin, at UEFA var klár at revsa Manchester CIty, um felagið hevur brotið reglurnar.

Í mars 2016 var Galatasaray útistongt úr evropeiskum kapping, fyri at hava brotið reglurnar um fíggjarliga javnvág.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder